Brimil
?Nú mugu vit bara royna at fáa sum frægast burturúr.
Føroya Skipara- og Navigatørfelag fer ikki at seta tiltøk í verk, hóast Løgtingið nú hevur avgreitt ósemjuna um lønina hjá skipara og stýrimonnunum á Brimli.
Ellintur Abrahamsen, formaður í Skipara- og Navigatørferlagnum hevur ongantíð áður viljað sagt, um felagið fer at seta tiltøk í verk, um Løgtingið leggur seg út í málið.
Men nú Løgtingið endaliga hevur avgreitt málið, ger hann greitt, at tað verða ongi tiltøk sett í verk.
? Løgtingið hevur talað og tað mugu vit boyggja okkum fyri. Og nú er bara at fáa sum frægast burturúr, sigur Ellintur Abrahamsen.
Skipara- og Navigatørfelagið legði satsaði alt upp á at vinna skiparanum og stýrimonnunum eina munandi lønarhækking.
Tað, sum kom burtur úr, var, at hini bæði feløgini, sum hava limir umborð á vaktarskipunum, hava gjørt sáttmála, sum gevur maskinmonnunum, dekkarunum, bátsmonnunum og kokkunum á bæði Tjaldrinum og Brimli eina trivaliga lønarhækking.
Tað kom eisini tað burturúr, at Løgtingið setti eina nevnd at áseta lønina hjá skiparanum og stýrimunnunum. Men hendan nevndin skal bara áseta lønina hjá teimum, sum sigla við Brimli.
Sostatt er Vaktar- og Bjargingartænastan nú komin í ta heilt óvanligu støðu, at Skiparin á Tjaldrinum er ikki longur best lønti maður umborð, tí tað er maskinstjórin.
Og fyri at tað ikki skal vera lygn, er tað ongin annar enn Ellintur Abrahamsen sjálvur, sum er skipari á Tjaldrinum og sum fer umborð í næstum.
Ikki tapt enn
Ellintur Abrahamsen sigur, nú er onki at gera, uttan at Skipara- og Navigatørfelagið velur síni umboð í nevndina.
Og enn vil hann ikki ásanna, at stríðið um Brimil er tapt.
? Tað veldst alt um, hvat kemur burturúr nevndararbeiðnum, sigur hann.
Hann sigur eisini, at umboðini, sum Skipara- og Navigatørfelagið velja í nevndina, fara at gera alt, sum gerast kann, fyri at lønin, sum nevndin ásetur, eisini skal umfata skiparan og stýrimenninar á Tjaldrinum.
? Tað skal standa sína roynd. Og fáa menninir á brúnni á Tjaldrinum ikki eisini lønarhækking, er tað løgið, tí tað hevur øll hin manningin fingið.
Júst hetta er í veruleikanum einasti møguleiki, Skipara- og Navigatørfelagið hevur at hækka lønirnar á Tjaldrinum í hesum umfarinum, tí annars ganga sáttmálarnir ikki út fyrrenn í 2002.
Eydnast tað ikki at fáa lønirnar á Tjaldrinum upp nú, skal skiparin á Tjaldrinum sigla í eitt heilt ár afturat, uttan at vera hægst løntur umborð, sum annars vildi verið tað natúrliga.
Stór provokatión
Ellintur Abrahamsen sigur annars, at provokatiónin til at vraka tað seinasta uppskotið hjá Fíggjarmálastýrinum var stór.
? Eftir tí, var t.d. byrjunarlønin hjá stýrimanninum lægri enn endalønin hjá bátsmanninum og tað sigur seg sjálvt, at tað kundi ikki góðtakast.
Hann fýlist eisini á samráðingarháttin hjá Fíggjarmálastýrinum.
? Tað var sum at samráðast við eini pistól í pannuni. Vit fingu at vita, at antin góðtóku vit uppskotið, ella avgreiddi tingið málið. Hetta er at misbrúka Løgtingið, heldur Ellintur Abrahamsen.
Karsten Hansen sigur hinvegin, at um Skipara- og Navigatørfelagið leggur allar lønarhækkingarnar saman, sum teir hava fingið ígjøgnum árini, var hækkingin størri, sum teimum nú stóð í boði.
Hann sigur eisini, at einaferð máttu samráðingarnar fáa ein enda.
? Vit hava nú samráðst í eitt hálvt ár. Vit hava brúkt ótrúliga tíð og orku uppá at loysa málið, men Skipara- og Navigatørfelagið vildi ikki flyta seg. Og nú eru samráðingar við yvir 30 onnur feløg byrjað, so tað liggur eitt ómetaligt trýst á Fíggjarmálastýrinum. Tí kundi hetta ikki halda fram longur, sigur Karsten Hansen.