Stríðið um botnin er á Skála

Eftir tríggjar dystir og 270 minuttir er tað ikki eydnast AB at skjóta mál

Tað verður lyklauppgerð undir Mýruhjalla á Skála í kvøld. Argjamenn, sum hava eitt stig á kontuni, fyrireika seg at spæla ímóti Skála, sum einki stig hevur vunnið enn.

Støðutalvan sigur, at tað lekur illa í verjuni hjá Skála. Málmunurin eftir trý tey fyrstu umførini er 5-13.

Leygardagin legði Jan Ingason Hansen Skála á odda 1-0 í Gundadali ímóti B36, sum vann 6-2. Aksel B. Danielsen, sum var ætlaður at vera fremsti álopsspælarin, hevur verið knæskaddur í nógvar vikur. Nú hevur hann aftur verið til vening, men hann verður ikki millum teir fyrstu ellivu ímóti AB.

Karl Martin Johansen er eisini tøkur aftur eftir skaðasteðg. Álopsspælarin Andreas Egeberg Jacobsen er skaddur, og tað er ivasamt, um Jóhan Waag Høgnesen og Hjalti Strømsten eru førir fyri at spæla. Teir eru skaðadarvaðir.

Einasta stigið hjá AB varð vunnið í málleysum javnleiki á heimavølli ímóti Víkingi. Enn hevur tað ikki eydnast AB at skjóta mál. Eftir tríggjar dystir og 270 minuttir er málmunurin 0-8.

Álopsspælarin Filip í Liða er langtíðarskaddur. Álopsspælarin Hans Jákup Annfinsson varð skiftur inn í seinna hálvleiki í 5-0 heimatapinum ímóti HB sunnudagin, men longu tríggjar minuttir seinni noyddist hann av vøllinum aftur.

Í 2007 vóru Skála og AB fyri fyrstu ferð samstundis í bestu deildini. Dysturin í kvøld verður tann sjeyndi landskappingardysturin í fremstu røð millum hesi bæði feløgini undir Mýruhjalla. Skála hevur vunnið tríggjar ferðir, AB hevur vunnið tvær ferðir, og í 2014 endaði tað 0-0. Skála hevur vunnið einaferð 1-0 og tvær ferðir 2-0. AB vann 2-0 í 2007, og í fjør vann AB 1-0.