Enskur fótbóltur
Chelsea setti enn eitt met um vikuskiftið. Hetta var sjeyndi útisigurin uppí slag í landskappingini. Harumframt hevur liðið ikki tapti í tjúgutveimum dystum.
Hesuferð stóð Southampton fyri skotum, og tað var ikki nógv, ið heimaliðið formáddi sær ímóti komandi meistaraliðnum. Úrslitið gjørdist 3-1 til Chelsea, og málini skutu íslendingurin Eidur Gudjohnsen, ið fekk tvey, og miðvallarin Frank Lampard. Málið hjá Southampton fekk Kevin Phillips.
Hetta var ein góður endi uppá vikuna, har Mourinho bæði fekk bót og leikbann frá UEFA fyri at hava sagt ósatt um dómaran Anders Frisk og venjaran hjá Barcelona, Frank Rijkaard.
Mourinho hevur verið eitt sindur meira eyðmjúkur hesa vikuna, nú hann av álvara hevði fingið trupulleikar við UEFA, ið ikki fann seg í hansara atburði. Mourinho fekk eina bót, og harumframt verður hann ikki at síggja á síðulinjuni í fjórðingsfinalunum ímóti Bayern München.
United snávaði
Manchester United fekk bert javnleik á heimavølli ímóti Blackburn, og hetta hevði við sær, at Arsenal smoygdi sær framum við einum greiðum 4-1 sigri á Norwich.
United megnaði ikki at fáa bóltin í netið, tá teir tóku ímóti Blackburn, ið framvegis ikki hevur tryggjað sær plássið í bestu deildini.
Ferguson hevði sett tað sterkasta liðið, men tó hevði hann givið Roy Keane hvíld, og hann sat tí á bonkinum. Annars vóru allar hinar kanónirnar við. Men hóast bæði Ruud van Nistelrooy og Wayne Rooney vóru í álopinum, og United legði hart trýst á gestirnar, eydnaðist tað ikki at fáa hol á stinnu verjuna hjá Blackburn.
Tvær ferðir rakti United træverkið, og einaferð bjargaði Blackburn á mállinjuni, men í seinna hálvleiki megnaði United ikki at skapa nóg nógvar møguleikar.
Ferguson gramdi seg eftir dystin um teir mongu landsdystirnar, ið hava verið á skránni í seinastuni, og vísti m.a. á, at Nistelrooy bert var ein skuggi av sær sjálvum eftir at hava spælt tveir landsdystir fyri Holland.
Arsenal hevði vitjan av Norwich, og tað vísti seg ikki at vera nakar trupulleiki hjá verandi meistaraliðnum úr London. 4-1 var endaliga úrslitið, og tá hevði Thierry Henry eisini fingið hat trick. Hann hevur nú skorað 25 mál í Premier League og er tí klárt á odda á málskjúttarlistanum.
Arsenal og United liggja nú jøvn við 67 stigum hvør, men Arsenal hevur betri málmun. Eingin ivi er um, at bæði Ferguson og Wenger sera fegnir vilja enda frammanfyri argasta arvafíggindan, og tí verður spennandi at síggja, hvør teirra fer at draga longsta stráið í ár.
Liverpool týdningarmiklan sigur
Hjá Liverpool snýr tað seg um at vinna seg framum Everton uppá fjórða pláss. Men eisini Bolton hevði undan hesum umfarinum góðan møguleika at røkka fjórða plássinum.
Júst hesi bæði liðini møttust leygardagin á Anfield Road, og tað var Liverpool, ið vann ein sera tepran 1-0 sigur. Igor Biscan skoraði einasta málið fimm minuttir fyri leiklok.
Liverpool vóru illa sperdir fyri dystin, tí venjarin í roynd og veru ongan áleypara hevði at seta inn. Endin var tí, at Luiz Garcia spældi fremsti maður við Gerrard beint aftanfyri.
Nú er bert eitt stig ímillum Everton á fjórða og Liverpool á fimta plássi, tí Everton tapti sunnudagin 1-0 fyri West Bromwich Albion, ið stríðist í botninum. Ungarski leikarin Zoltan Gera skoraði einasta málið í dystinum, sum gevur WBA eina lítla vón um framhaldandi luttøku í Premier League. Liverpool hevur tí av álvara lagt trýst á Everton, nú endaspurturin er farin í gongd.
Viðleikarar til hendurs
Óivað mest umtalaða hendingin hetta umfarið fór fram undir dystinum ímillum Newcastle og Aston Villa.
Aston Villa førdi sera óvæntað 3-0, tá hendingin fór fram. Tað vóru teir báðir Newcastle-leikararnir Kieron Dyer og Lee Bowyer, ið brádliga fóru til hendurs. Fyrst fóru teir at skeldast sera ilsliga, og so var áfast teirra millum.
Beint eftir dystin møttu báðir leikararnir á tíðindafund saman við venjaranum Greame Sounness. Báðir søgdu seg angra sínar gerðir og bóðu um fyrigeving fyri ósømiliga atburðin frammanfyri hálvthundrað túsund áskoðarum. Hendingin fær tó sera álvarsamar avleiðingar fyri bæði leikararnar og felagið. Væntandi kann hvørgin teirra vera við í FA-Cup hálvfinaluni tann 17. apríl ímóti Manchester United. Serliga verður tað torført at finna ein avloysara fyri Kieron Dyer, ið er ein vandamikil miðvallari.
Souness er óivað sera ónøgdur við sínar menn, og tí kann væntast, at báðir fáa eina bót frá felagnum. Venjarin vardi tó Dyer, av tí at Bowyer var tann, ið gav tað fyrsta slagið.
Formaðurin í fakfelagnum hjá yrkisleikarum í Onglandi, Peter Taylor, segði eftir hendingina, at slíkur atburður er nóg mikið hjá einum felag at siga sáttmálan við leikararnar upp. Hetta fer Newcastle tó ikki at gera, tí felagið hevur harðliga brúk fyri klassaleikarum sum Bowyer og Dyer.
Málini í dystinum skutu annars Juan Pablo Angel, ið legði Aston Villa framum eftir fimm minuttir, og Gareth Barry, ið setti tvey brotsspørk í netið eftir steðgin.
UEFA Cup
Nøkur feløg dystast um pláss í UEFA Cup komandi kappingarár. Eitt av teimum er Middlesbrough, ið hesuferð vann 1-0 á útivølli ímóti Crystal Palace. Frank Quedreu, ið hevur boðað frá, at hann ætlar sær at spæla fyri írska landsliðið, fekk einasta málið.
Tottenham var á vitjan hjá Birmingham, og hesin dysturin endaði 1-1 eftir 0-0 í steðginum.
Charlton, ið hevur havt eitt sera gott kappingarár, hevði vitjan av Manchester City. Gestirnir høvdu leiðsluna tvær ferðir, men báðu ferð megnaði Charlton at javna. Nýggi venjarin hjá Manchester City, Stuart ?Psycho? Pearce, hevur tí enn sín fyrsta sigur til góðar.