Í ár eru 40 ár liðin, síðan løgtingið samtykti at flyta fiskimarkið út á 200 fjórðingar - og nógv er hent síðan tá.
Hóskvøldið 20. oktober kl. 20.00 fer Hanus Samró, ið er aktuellur við bókini »Stríðið um 200 fjórðingar – eisini ein spurningur um EF« at greiða frá týdningarmikla tíðarskeiðnum, tá Føroyar skuldu taka støðu til bæði limaskap í EF og til fiskimarkið. Framløgan verður á KÍ-loftinum í KÍ-høllini.
Hetta er triðja bókin í røðini um fiskimarkið og rættindini innan hetta mark. Hanus Samró hevur frammanundan skrivað bøkurnar »Stríðið um 12 fjórðingar« og »Stríðið um makrelin - tá Føroyar slitu strandarlandaavtaluna og kravdu sín sjálvsagda rætt«.
– Hendan bókin bindur hinar báðar fyrru saman. Hon snýr seg um eitt spennandi tíðarskeið í føroyskari søgu. Fiskimarksspurningurin fylti nógv í Føroyum upp gjøgnum 50- og 60-árini, men tað var eisini eitt annað rák, ið kveiktist á meginlandinum, sum Føroyar máttu taka støðu til: skuldu Føroyar lima seg inn í EF ella EFTA?
– Fyri at lýsa fiskimarksstríðið, sum veruliga tók dik á seg í 70-árunum, er neyðugt at viðgera stórpolitiska spurningin um EF. Spurningarnir hanga óloysiliga saman, sigur Hanus Samró, rithøvundur.
Fyrilesturin verður í KÍ-loftinum hóskvøldið 20. oktober kl. 20.00.