Stríðið má loysast

Landsmyndugleikarnir áttu at tikið stig til, at skúlastríðið í Kalsoynni varð loyst. Ein uttanveltaður semingsmaður er eitt hugskot, heldur Javnaðartingmaðurin í Norðoyggjum

 

Vilhelm Johannesen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, heldur, at skúlin á Trøllanesi skuldi verið latin uppaftur.

? Tað átti at borið til at brúkt somu skipan í Mikladals kommunu, sum tey gera í grannalagnum. Í Húsa kommunu verða tveir skúla brúktir, og tað sama er í Kunoyar kommunu, so eg dugi als ikki at skilja, hví skúlin á Trøllanesi ikki kann verða opin, sigur hann.

? Tað tykist eisini løgið fyri mær, at bygdaráðið skal ganga undan fyri at niðurleggja ein skúla í kommununi.


Eingin løtt loysn

Vilhelm Johannesen heldur, at landsmyndugleikarnir skuldu tikið stig til at loyst stríðið, so børnini á Trøllanesi sleppa aftur í skúla.

? Kanska skuldi Mentamálastýrið heitt á ein uttanveltaðan meklara, sum kundi roynt at loyst trætuna, men eg dugi at síggja, at tað verður als ikki lætt.

? Støðan tykist nú løst so føst, at tað skal nógv til fyri at fáa annan partin av boyggja seg, heldur hann.