Undir kalda krígnum var tætt samstarv millum Sovjetsamveldið og Sýrialand, og nú er líkt til, at Sýrialand hevur hug at nærkast Russlandi. Uttanríkisrpolitiskir eygleiðarar hava leingi sagt, at Moskva vil sleppa at endurnýggja tað gamla sambandið við Damaskus, og tað er líkt til, at russar fáa sín vilja.
Í hesum døgum er sýriski forsetin, Bashar al-Assad, á vitjan í Moskva og í gjár hitti hann Dmitrij Medvedev, forseta. Undan fundinum duldi sýriski forsetin ikki fyri, hvørji ørindi hansara eru.
-Hernaðarligt og tekniskt samstarv er sjálvandi tað týdningarmesta evnið. Vápnakeyp er eitt sera týðandi evni, og eg haldi, at vit eiga at seta meiri ferð á hetta samstarvið. Vit mugu hava í huga, at Vesturheimurin og Ísrael leggja altsamt størri trýst á Russland, segði al-Assad við russiska blaðið Kommersant í gjár.
Í 2002 koyrdi George W. Bush, forseti, Sýrialand í sama leyp sum Iran og Norðurkorea, og tað hevur elvt til øði í USA og Ísrael, at Russland kanska fer at selja Sýrialandi vápn.
Ísrael hjálpti Georgia
Í samrøðuni við Kommersant sigur sýriski forsetin, at gongdin í seinastuni vísir, at tað er neyðugt at styrkja tað hernaðarliga samstarvið millum Russland og Sýrialand. Eygleiðarar siga, at orðini hjá forsetanum hava helst samband við, at sambært russum brúkti georgiski stjórnarherurin ísraelsk vápn ella vápn úr Ísrael í bardøgunum við russiska herin. Harafturat vilja russar vera við, at ísraelskir heryvirmenn hava vant georgiska herin.
Sýriski forsetin sigur við Kommersant, at viðurskifti sum hesi fara at fáa fleiri lond í Miðeystri at knýta tættari samband við Russland.
-Eg haldi, at allir russar og fólk aðrastaðni eru nú greið yvir leiklutin hjá Ísrael og landsins hernaðarligu ráðgevar í georgiska herinum. Og var tað nakar í Russlandi, sum helt, at hesar deilirnar kundu vera vinarliga sinnaðar, so er tað neyvan nakar, sum hugsar so í dag, sigur al-Assad við russiska blaðið.










