Stríðið í Hoydølum

Klumma

Um nakrar dagar eru tað 20 ár, síðani eg fekk studentahúgvuna á høvdið.

Eg skal ikki troytta tykkum við minnum frá hesum gyltu døgum í juni 1991 – ístaðin skal eg minna tykkum komandi studentar á, at tað er NÚ, tað er strævnast.

Eg havi so í øllum førum ongantíð – hvørki áðrenn ella aftaná – arbeitt so hart, sum eg gjørdi, tá eg gekk í studentaskúla í Hoydølum. Dagar og kvøld vóru fylt við skúlatingum. Nakað privatlív var ikki hugsingur um, og takk og lov búði eg á kostdeildini, so at eg fekk mat regluliga.

Sjálvandi var eg kallað ”strebari”, tí eg gjørdi míni ting. Men fyri okkum, ið ikki eru fødd geni, mugu skúlatingini gerast, fyri at úrslitið ikki skal vera alt ov vánaligt.

Mín "ess" vóru munnligu royndirnar, tí eg ikki eri skorin fyri tungubandið. Eg snakkaði sum ein maskingever og gekk út frá, at um helvtin av tí, eg segði, var skilagott, mundi tað nokk fara og ganga.

Tað gjørdi tað, og hóast eg langt síðani havi gloymt, hvat eg var uppi í, so minnist eg enn hvørjir karakterirnir vóru, og hvussu kenslan var, tá eg stóð við húgvuni á høvdinum. Tað kendist ikki so FANTASTISKT, sum eg helt tað fór at gera – meira ein kensla av ”Nå, var hetta alt? Og hvat geri eg nú?” Flakavirki í Sørvági?

Eg væntaði sjálvandi, at universitetlesnaðurin fór at verða nógvar ferðir strævnari enn studentaskúlin var. Men har fór eg skeiv. Universitetið var herliga avslappað, og gekk tað galið í onkrari roynd, fór man upp aftur til næstu roynd.

Sum vaksin havi eg lisið bæði á privatum skúlum og á Fróðskaparsetrinum, og eg dugi ikki at skilja, hví studentaskúlin var so strævið. Var tað mær tað var galið við, ella var skúlin bara ein pylsumaskina, sum stappaði okkum full í vitan, og so knýtti um endan við eini húgvu og blakaði okkum út?

Eg havi havt nógva nyttu av mínum prógvi. Eg kom inn á útbúgvingina, eg vildi koma inn á, eg veit at úlvur eitur "Lupus" á latíni, hvussu eygnaliturin gongur í arv, og hvat "Je ne regrette rien" merkir á fronskum!