Stríðið heldur fram

Stríðið millum Peter Viskinde og restina av limunum í Big Fat Snake heldur fram. Tað er nú rúm tíð síðani, at stríð tók seg upp millum Viskinde og restina av BFS. Eftir avtalaða løgfrøðiliga vápnahvíld í hálvtanað ár, tosar Viskinde nú við miðlarnar.

Við Ekstrablaðið sigur hann m.a., at hann heldur lítið um, at hinir ikki vilja hitta hann ella samskifta við hann.

Viskinde heldur eisini lítið um,at teir spæla hansara sangir, tá teir ikki vilja hava hann við í bólkinum.

Spurdur, um hann hevði sett seg at práta yvir einum kaffimunni við hinar í Big Fat Snake, um tilboð kom um tað, játtar Viskinde og heldur, at tað hevði verið super.

Men framvegis er altso køld luft millum guitarleikaran Viskinde og restina av manningini í Big Fat Snake.

Big Fat Snake hevur vitjað í Føroyum.