Føroyska badmintonlandsliðið tapti 1-3 ímóti Guernsey í liðkappingini.
Í hálvfinaluni, sum var leikt fyrrapartin vann Rannvá Carlsson sín einmansleik 2-0. Bartal Poulsen tapti tepurt 1-2 í sinum einmansleiki. Báðir tvímansleikirnir endaðu 2-0 til Guernsey. Bartal Poulsen og Niklas Højgaard taptu hjá monnum og Kristina Eriksen og Gunnvá Jacobsen taptu hjá kvinnum.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen gjørdi við formannin í badmintonsambandinum, Erik Engelbrecht Thomsen beint aftaná hálvfinaluna.
Erik Engelbrecht Thomsen er nøgdur við avrikið hjá føroyska liðnum ímóti einum sterkum liði av Guernsey, har tann sterki Paul Le Tocq gjørdi stóran mun á liðnum hjá Guernsey. Nú hyggur Erik Engelbrecht Thomsen fram ímóti einstaklinga og tvímans-kappingunum, har hann setir vónina til Rannvá Carlsson og Niklas Højgaard, og hann vónar eisini, at blandaður tvímansleikur kann gera seg galdandi.