Tað er næstan ógjørligt at ímynda sær, hvussu ringur standurin var umborð á polska seglbátin Rzezowiak, tá ið báturin týsmorgunin í seinastu viku fekk ein brotasjógv, so báturin næstan fór runt, og ein av manningini antin beinanvegin ella seinni doyði.
Í sjórættinum fríggjdagin greiddi ein av manningini frá, at báturin fór so nógv á liðina, at dúrkurin vendi upp. Hann var staddur undir dekkinum tá, men leyp upp á dekkið, tá ið skiparin rópti og bað allar koma upp.
Eingin av teimum trimum monnunum, sum avhoyrdir vórðu í sjórættinum fríggjadagin, sá, hvat veruliga hendi, tá ið ein av manningini bleiv fastur í mastratoppinum og lá leingi uttanborðs.
Teir fóru av Reykjavík nakrar dagar frammanundan, og teir vistu um ódnina, sum fór at koma eystureftir móti Grønlandi og Islandi, greiddi skiparin frá.
Men so komu nýggj veðurtíðindi sum søgdu, at óveðrið fór at raka tey, og óveðrið fór at verða ringast á midnátt mánakvøldið.
Tað var ikki hugsingur um at venda aftur, og teir royndu í staðin at seta meira ferð á og settu kós móti Føroyum.
Klokkan fýra týsmorgunin skuldi verða skifti á róðursvaktini, men maðurin, sum hevði havt fyrru vaktina, vildi halda fram, tí veðrið var so ringt, nógvur vindur og høgar aldur.
Stórur brotasjógvur
Ein ella tveir tímar seinni kom ein ordans brotasjógvur. Skiparin sá ikki, hvat hendi, tí hann var staddur í navigasjónsrúminum, men teir vóru tríggir menn úti, og skipið fór so langt undir í bakborð, at teir fóru allir undir.
Tá ið skipið reisti seg aftur, vóru tveir framvegis innanborð, men tann triði var fastur í mastrini, sum var brotnað, vavdur inn í línur og káplar. Mastur og maður lógu í bakborð av skipinum.
Skiparin rópti allar menninar upp á dekkið, meðan tør báðar kvinnurnar skuldu vera niðri undir og taka sær av samskiftinum. Orsøkin var eisini, at onnur kvinnan var dóttir skadda mannin.
Menninir greiddu frá í sjórættinum, at beint eftir sjógvin, sum teir fingu, hoyrdu teir ein rópa, hvar hin maðurin var blivin av.
Stríddust hart
Teir stríddust leingi við at fáa mannin leysan, men fyri at fáa hann inn um lúnningina, máttu teir eisini toga mastrina inn. Hvussu langa tíð teir brúktu um hetta, vistu teir ikki, tí eingin hevði stundir at hyggja at klokku, og ter høvdu mist metingina um tíð. Ein segði eitt korter, ein annar tveir tímar.
Tað var sera trupult at fáa mannin inn, tí hann var í nógvum klæðum, og tað kom eingin reaksjón frá honum. Hann hevði heldur ikki togað í vestin, tá ið hann fór fyri borð.
Neyðugt var at skera eitt pegtti av lúnningini fyri at fáa mastur og mann inn.
Beinanvegin varð maðurin borin innum, og farið at geva manninum hjartamassasju og andahjálp.
Eingin kannaði, um maðurin andaði, og um pulsurin sló. Hann hevði onkrar skeinur á høvdinum. Aðrar skaðar sóu teir ikki.
Tá ið teir høvdu gjørt hetta í tveir tímar, vóru teir greiðir yvir, at maðurin var deyður. Teir hildu kortini fram við hesum, tí dóttir mannin var við, og hon var púra frá sær sjálvari. Teir hildu á, líka til bjargingarmaðurin kom umborð fleiir tímar seinni og staðfesti, at maðurin var deyður.
Ein annar maður var nokkso illa skaddur, men hann vildi ikki fara í tyrluna tá. Tað var ikki fyrr enn allir vóru komnir umborð á Brimil, at tveir vórðu fluttir við tyrlu í Vágar og haðani í sjúkrabili til Havnar.
Fingu boð frá sær
Skipið hevði alla samskiftisútgerð, men hon fekk skaða, tá ið masturin brotnaði. Girið til hjálpimotorin fór eisini. Hjálpimotorurin hevði ikki kunnað brúkst í tí ringa veðrinum, segði skiparin.
Tað eydnaðist tó at senda út neyðarkall.
Í sjórættinum tosaði skiparin nógv um, hvussu vandamikið bjargingararbeiðið var. Royndir vórðu gjørdar at seta fólk úr tyrlu niður á skipið, men tað bar ikki til. Tað eydnaðist tó at fáa ein mann niður í ein gummibát og haðani yvir til teirra. Samstundis lógu trolararnir hjá teimum, um teir fingu samskift umvegis hesi skip.
Mistu ein góðan vin
Skiparin umbar frágreiðing sína við, at hann hevði verið leingi uppi í tí ringa veðrinum. Haraftrat segði hann, at hann var hart sálarliga ávirkaður av, at tann deyði skipsfelagin, sum var stýrimaður, hevði verið vinur hansara. Teir høvdu bara góð minni um deyðga felagan.
So hvør sum menninir vórðu avhoyrdir, fóru teir út aftur. Eingin var sitandi inni og hoyrdi hinar greiða frá. Hini av manningini vóru við í dómhúsinum, men eingin teirra valdi at koma inn at lurta.
Teir avhoyrdu nýttu høvi at takka fyri bjargingina og umsorganina.
Tað var polska sendistovan í Danmark, sum bað um sjófrágreiðingina, sum nú verður reinskrivað og send til sendistovuna.