Stríddu seg úr havsneyð og aftur til lívið

Skiparakamarið er aftanfyri brúnna, og beint eftir ógvusliga brestin, reyk hurðin upp og sjógvur og annað, sum var uppi á brúnni, kom sendandi inn í skiparakamrið. - Eg gjørdist rættiliga skakkur og tað fyrsta, eg hugsaði, var um mannin, sum var á brúnni. Eg leyp upp, men har sá ikki tespiligt út. Í fyrstani sá eg ikki stýrimannin, sum í góðum sjómansskapi hevði blakað seg niður á dúrkið, sigur skiparin á Thor Sentry, Helgi Henriksen

Thor Sentry

Sosialurin var á flogvøllinum í Vágum í gjár og tók ímóti, tá ið skipari og stýrimaður á Thor Sentry komu heimaftur eftir herviliga túrin í Norðsjónum, har teir í ódnini noyddust at senda út neyðarkall, tá ið ein stórur sjógvur hevði rakt brúnna og knústi fimm rútar
Vit kendu hvørki skipara ella stýrimann – ei heldur konur teirra, sum vit høvdu skilt vóru farnar at taka ímóti monnunum. Vit vistu, at skiparin er Helgi Henriksen, sum býr á Valinum í Vestmanna og stýrimaðurin, Alfred Eliasen, sum býr í Leirvík.
Flogfarið kom, og sum løtan leið, stóðu fólk og bíðaðu eftir, at tey ferðandi skuldu koma úr móttøkuhøllini.
Tað ringasta, sum kundi henda, var, at annar maðurin kom út og móður og troyttur slapp sær út í bilin uttan, at vit gáaðu um tað. Tá høvdu vit neyvan lagt merki til hin seinna heldur – og so fingu vit onga mynd av teimum báðum saman við konum teirra.
Fólk byrjaðu so smátt at koma út úr móttøkuhøllini, og nú kemur ein álvarsamur maður úteftir gólvinum við kufferti – ein maður, sum í sinn og skinn kundi verið ein sjómaður.
Ein kvinna tekur væl ímóti honum, og tey byrja at práta saman.
Eg fari yvir, geri meg eitt sindur framligan og spyrji, um tað er Helgi Henriksen.
- Jú, hetta er Helgi, sigur hann lágmæltur.
So var eg heppin, lati eg hann vita og sigi, at eg kundi hugsað mær eina mynd av honum, stýrimanninum og báðum konunum.
Jú, tað er eingin trupulleiki, og nú bíða vit eftir Alfredi.
Lítil løta gongur, so kemur ein annar maður úteftir gólvinum við kufferti. Ein kona fer ímóti honum og heilsar honum vælkomnum. Síðan kemur hann yvir, har vit standa.
Tað er Alfred. Hann kemur í prát við onkran, hann kennur, og vit loyva okkum at lurta eitt sindur.
- Jú, tað var ræðuligt, hoyra vit hann siga.
Kona hansara, Guðrun, vendir sær ímóti mær og sigur, at hon visti ikki, at tað var so illa statt hjá Alfredi, sum var einsamallur á brúnni, tá ið hesin veldugi sjógvurin hótti skip og manning.
Meðan vit standa á gólvinum, tekur Alfred eitt lummaturriklæði upp úr lummanum og turkar sær um eyguni.
Hann er rørdur...
Vit fara nú út um at taka myndina, sum takast skal.
Eg líkasum purri uppundir, at tey kunnu taka um hvønn annan, meðan eg taki myndina – ella, at menninir kunnu hálsfevnast, nú alt tíbetur endaði í øllum góðum.
Men nei, tað vilja rættir menn ikki.
Og soleiðis verður tað.
Bæði Helgi og Alfred, sum saman við manning síni vóru fyri hesi hending umborð á Thor Sentry, hava siglt alt sítt lív, men hvørgin teirra hevur áður upplivað, at skipið hevur fingið ein slíkan umgang sum hendan seinnapartin í Norðsjónum.
Eg takki fyri, at eg slapp at avmynda tey fýra, Helga og konuna, Maluna og Alfred og konuna, Guðruna.
Seinni í gjárkvøldið ringdi eg aftur til Helga og prátaði við hann um hendingina í Norðsjónum – dagin fyri allahalgannadag.
- Veðrið var ringt. Tað var ódn og ringur sjógvur, sum tað oftari er í Norðsjónum. Hann var høgur í ættini, og høgættin plagar at roynast illa í illveðri.
Helgi sigur, at hann og stýrimaðurin ganga 6 og 6 tímar vakt í senn, og hendan seinnapartin hevði hann frívakt, meðan Alfred einsamallur var á brúnni.
- Eg lá í koyggjuni og hvíldi meg, tá ið eg hoyrdi, at motorurin slakkaði av – og eg visti, at nú var ein stórur sjógvur á veg.
Skiparakamarið umborð á Thor Sentry er aftanfyri brúnna, og beint eftir ógvusliga brestin, reyk hurðin upp og sjógvur og annað, sum var uppi á brúnni, kom sendandi inn í skiparakamrið.
- Eg gjørdist rættiliga skakkur og tað fyrsta, eg hugsaði, var um mannin, sum var á brúnni. Eg leyp upp, men har sá ikki tespiligt út. Í fyrstani sá eg ikki stýrimannin, sum í góðum sjómansskapi hevði blakað seg niður á dúrkið, tá hann varnaðist, hvussu vorðið var. Løtu seinni kom stýrimaðurin brótandi uppundan øllum tí, sum varð skrætt leyst og lá og fleyt umkring í øllum hurlivasanum. El-talvur og annað hekk leyst og leidningar hingu og neistaðu.
Helgi sigur, at fýra rútar á brúnni vóru knústir umframt rúturin í hurðini aftureftir.
- Tað, at rúturin í hurðini aftureftir eisini fór í knús, gjørdi, at nógvur sjógvur, sum kom inn, fór útaftur aftureftir.
Hann sigur, at á brúnni var nógv í knúsi og millum brotið glas, lógu brotnar hillar, brotnar hurðar, leysar el-talvur, og eitt stórt petti varð brotið úr skottinum aftanfyri á brúnni.
- Tað, sum ikki lá eftir av leysum á brúnni, var komið "drønandi" niður í kamarið, sum hann tekur til.
Helgi sigur, at tað fyrsta, hann hoyrdi Alfred siga, var at biðja um at fáa fólkið upp á brúnna, so teir kundu fara í holt við at seta okkurt uppfyri brotnu rútarnar.
- Vit settu ymiskt uppfyri, sum lá á brúnni, eitt nú teppir, sum vóru á gólvinum og ymiskt annað, sum lá og rakst.
Skiparin á Thor Sentry sigur, at hvørki hann ella stýrimaðurin, Alfred Eliasen hava upplivað ein slíkan sjógv áður.
- Eg havi hoyrt um hetta fyribrygdi í Norðsjónum – at slíkir sjógvar kunnu taka seg upp, og nú havi eg so upplivað tað sjálvur, og tað er ikki tespiligt, sigur Helgi Henriksen, sum saman við Alfredi er fegin um at vera heima aftur í øllum góðum.