Stríddi seg upp á javnleik

Dysturin í Formula deildini ímillum Víking og KÍ í kvøld, er akkurát liðugur og hann endaði við javnleiki 3-3.

KÌ kom á odda 3-1, men víkingarnir stríddi seg upp aJavnleik.

Nakað inn í seinna hálvleik skeyt Andrias Lava Olsen eitt fantastiskt skot útifrá og beint í KÍ málið og har hevði KÍ málverjin so ongan møguleika.

Síðsta hálva tíman trýstu Víkingarnir øgiligt, men Jákup helt Klaksvíkingum oman á við tveimum ótrúliga góðum bjargingum Men tað síðsta innleggið, sum eisini kom í evstu løtu, kláraði hann bara at hálvbjarga og so smekkaði Andrias Lava Olsen enn einaferð bóltin í málið, so tað bleiv eitt stig í part ?og tað eru teir í Víking nokk fegnast um, soleiðis sum dysturin gekk