Ungi hoyvíkingurin, Hilmar Leon Jakobsen er ein sannur brandur. Hann hevur higartil skotið 21 mál fyri Føroyar í HM-endaspælinum í Algeria, og í dag meldaði hann seg kláran aftaná at hava ligið í seingini í tveir dagar. Tá hann fekk eina máltíð í dag var tað fyrstu ferð í hálvttriðja samdøgur, at hann fekk nakað at eta. Kortini stríddi hann seg til trý mál, og gjørdu tað eftir umstøðunum ógvuliga gott í áttandapartsfinaluni ímóti Fraklandi, sum Føroyar taptu 25-28 aftaná eitt frálíkt avrik, har fáir marginalar manglaðu í sensasjónini.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við unga brandin úr Hoyvík, sum hevur verið føroyska liðnum ótrúliga góður, og sigast má, at stórur saknur var í honum í dystinum ímóti Ungarn. Samrøðan var gjørd aftaná tepra ósigurin ímóti Fraklandi.
Hóast góða leikliga avrikið hjá føroyska liðnum er Hilmar Leon Jakobsen vónrbrotin um tapið. Hann sigur seg eisini verða vónbrotnan av tapunum ímóti Týsklandi og Ungarn. Í øllum trimum dystunum høvdu føroyingar betri lagnu uppiborna, sambært Hilmari Leon Jakobsen