Stríð í Bústøðum – stjórin noktar stýrislimi atgongd til stovnin

Nýggjur stýrislimur leggur stjóran undir at bróta lógina. Stjórin noktar stýrislimium atgongd til skrivstovuna hjá Bústøðum

 

Tað er rok í Bústøðum. Nýggi stýrislimurin, Tom Silvurdal, skuldsetir Andras Róin, stjóra, fyri at hava luttikið í einum politiskum spæli um borgarstjórasessin í Vági, og at Bústaðir ikki verður fyrisitið sambært lógum og kunngerðum.

Hetta visti Dagur og Vika at siga í kvøld úr skjølum, sum stovnurin hevur fingið innlit í.

– Hetta hoyrir ongastaðni heima, sigur Andras Róin, stjóri í Bústøðum, sum samstundis sigur Tom Silvurdal vera óysktan á skrivstovuni hjá Bústøðum.

Tað var mánadagin í síðstu viku, at Tom Silvurdal sendi ein teldupost til Almannamálaráðið.

1. mai tók hann við sum stýrislimur í Bústøðum.

Í teldubrævinum til Almannaráðið ger hann vart við, at tað er hansara fatan, at leiðslan í Bústøðum ikki hevur fyrisitið stovnin í tráð við lógir og kunngerðir, sum Løgtingið hevur samtykt, at stovnurin skal virka eftir.

Ítøkiliga snýr málið hjá Tom Silvurdal seg um seks lutaíbúðir í Vági, sum Bústaðir skulu byggja. Grivið er út fyri íbúðunum, men Tom Silvurdal sigur, at Bústaðir ikki hevur síni viðurskifti í lagi. Eingin sáttmáli er millum partarnar um keyp av lendi og sjálvt lendisarbeiðið, økið liggur sum ein ruin, hol kom á kloakkina í november í fjør, og grannar hava gjørt vart við kloakklukt, uttan nakra reaktión.

– Tað er mín greiða fatan í hesum máli, at núverandi leiðsla hevur luttikið – latið seg misbrúka – í einum spæli um borgarstjórasessin í Vági til seinasta kommunuval, skrivar Tom Silvurdal í teldupostinum til Almannaráðið, sum varðar av Bústøðum.

Og Andras Róin, stjóri, skjýtur aftur við skørpum:

– Einki høpi er í skuldsetingunum. Ein langur orðavavstur av illgitingum og skuldsetingum, sum lítið skil er í. Bústaðir hava fingið bæði byggiloyvi og goldið fyri lendisarbeiðið. Og í næstum fara Bústaðir og Norðcon, sum ger arbeiðið, at skriva undir arbeiðstakarasáttmála, og Norðcon og Vágs kommuna samskifta um at fáa loyst trupulleikarnar við kloakkleiðingunum, sæst í skjølunum, sum sjónvarpið hevur fingið innlit í.

– Vit hava roynt at skilt, hvat persónurin vil við hesum, men kunnu bara staðfesta, at vit ikki røkka niður á hansara støði, skrivar Andras Róin, stjóri í Bústøðum.

Og hann leggur afturat:

– Persónurin Tom Silvurdal er ikki vælkomin á gátt hjá Bústøðum, Føroya Bústaðafelag, hvørki nú ella framyvir – heldur ikki sum stýrislimir.

Hvørki Tom Silvurdal ella Andras Róin vildu gera viðmerkingar til sjónvarpið. Men Bjarni Johansen, borgarstjóri í Vági, segði við sjónvarpið, at viðurskiftini millum Vágs kommunu og Bústaðir eru í lagi.

Nýggja stýri fyri Bústaðir hevur sín fyrsta fund 12. mai, so er bara at bíða til eftir tann fundin at frætta, um áralagið millum stjóran og nýggja stýrið verður frægari.

Stjórin hevur nú alment víst sína ónøgd bæði við nýggja formannin, Regin Hammer, og nýggja stýrislimin, Tom Silvurdal. Men við sjónvarpið segði Regin Hammer, at hann hevur bæði álit á stjóranum Andras Róin og stýrisliminum Tom Silvurdal.

Í nýggja stýrinum fyri Bústaðir eru:

Regin Djurhuus Hammer, Hoyvík, formaður

Una Joensen, Tórshavn, nevndarlimur
Emmy Joensen, Miðvágur, nevndarlimur
Tom Silvurdal, Vágur, nevndarlimur
Anna Maria Joensen, Klaksvík, nevndarlimur