Stríðast við skeinkiloyvi

Í gjár fóru fyrireikararnir av North Atlantic Fish Fair á fund við løgmann og loyvisnevndina í eini roynd at fáa skeinkiloyvi til Norrønu, meðan hon verður brúkt sum hotelskip í Runavík

 

Runavík: Fyrireikararnir av stóru altjóða fiskivinnumessuni í Runavík skuldu í gjár gera enn eina roynd at fáa skeinkiloyvi til Norrønu, meðan hon verður brúkt sum hotelskip í Runavík.

Norrøna hevur loyvi at skeinkja sterkt, tá siglt verður, men støðan er ein onnur, tá hon liggur við kai.

? Tað er ikki avgerandi fyri stevnuna, at Norrøna hevur skeikiloyvi, men hetta hevur nakað við altjóða støði at gera. Landsins myndugleikar vilja gjarna hava slíkar stevnur til Føroya, og so mugu karmarnir eisini verða í lagi, sigur Símun Hammer, projektleiðari av NAFF.


Vín og øl hoyrir til

Á middegi í gjár fóru umboð fyri stevnuna og borgarstjórin í Runavík á fund við løgmann og formannin í Loyvisnevndini. Æltanin var at sannføra myndugleikarnar um, at tað er skilagott at lata Norrønu fáa skeinkiloyvi.

? Norrøna kemur at verða rættiliga sentral á stevnuni. Hon verður hotelskip, og tí skuldi tað verið ein sjálvfylgja, at útlendskir gestir, framsýnarar og onnur kunnu fáa eitt glas av víni ella eina øl umborð, sigur Símun Hammer.

? Hetta skal ikki ljóða sum, at stevnan skal verða ein onnur veitsla, men hetta er partur av tí altjóða støði, sum vit vilja, at stevnan skal vera á, sigur hann.

Tá Sosialurin fór til prentingar var ikki greitt, hvat spurdist burtur úr royndini hjá fyrireikarunum at fáa skeinkiloyvi til Norrønu.