Trettanda umfarið í 1. deild er á skránni í dag. Í gjárkvøldið vann NSÍ 4-3 á heimavølli ímóti KÍ. Fyrsta bríkslið í hinum fýra dystunum er klokkan 15 í dag. Kanska er størsti spenningurin í Fuglafirði, har ÍF tekur ímóti FSV04. Teir í Sandavági eru næstfremstir, og um tað eydnast teimum at fara vestur aftur við øllum stigunum, so verður munurin aftur til ÍF tíggju stig. ÍF hevur tó spælt ein dyst færri enn FSV04. Enn er ikki ásett, nær dysturin ímóti HB, sum ikki varð spældur síðsta leygardagin, skal spælast, ella um hann skal spælast.
B68-B36: Bárður Mortensen ? kl. 15.00
ÍF-FSV04: Jón Kári í Brekkuni ? kl. 15.00
LÍF-HB: Høgni Hansen ? kl. 15.00
SÍ-TB: Andrew Christiansen ? kl. 15.00
Støðan
B68 34 stig
FSV04 28 stig
ÍF 21 stig
NSÍ 18 stig
TB 17 stig
LÍF 16 stig
SÍ 11 stig
HB 11 stig
KÍ 11 stig
B36 5 stig
NSÍ og KÍ hava spælt 13 dystir. ÍF og HB hava spælt 11 dystir, og hini feløgini hava spælt 12 dystir.