Tey flestu munnu kennast við fransmannin Jaques Cousteau og hansara hugtakandi sjónvarpssendingar um lívið í havinum og á havbotninum. Tey munnu ivaleyst eisini minnast skip hansara "Calypso", sum hann gjørdi tær nógvu kanningarferðirnar við.
Nú er "Calypso" aftur vorðið umrøðuevni í Fraklandi og aðrastaðni. Orsøkin er, at arvingarnir eftir tann kenda granskaran eru farnir at stríðast um, hvør teirra eigur tað, og hvørja lagnu tað skal fáa. Í mong ár hevur skipið ligið við bryggju í býnum La Rochelle í Vesturfraklandi, og tað er so illa rustað, at tað tykist ongan góðan eiga, skrivar Politiken.
Seinna kona Jaques Cousteau heldur uppá, at skipið skal sendast til Bahama-oyggjarnar og brúkast sum savn, men elsti sonur hansara frá fyrra hjúnarlagnum, Jean-Michel Cousteau, heldur, at skipið skal brúkast sum skúlaskip í Miðjarðarhavinum, har pápin byrjaði sínar ferðir. Og meðan tey stríðast, forferst tað eina ferð so kenda skipið, skrivar Politiken.