UPPTAKT
Tað gongur væl í fótbóltinum í Sundalagnum. Mikukvøldið megnaði unglingaliðið at spæla seg í finaluna um FM. Tað gjørdu teir við at vinna á NSÍ í hálvfinaluni. Í morgin fer NSÍ at vitja á Mølini. Hjá NSÍ er dreymurin um heiðursmerkir og altjóða luttøku næsta ár vorðin rættuliga kámur. Men lagið batnaði síðsta sunnudag, tá ið teir vunnu á GÍ.
Hjá NSÍ eru tveir spælarar burturi. Dánial Hansen, sum heldur ikki var við síðsta sunnudag, er framvegið liðbandsskaddur í fótliðnum. Hin er Alexaner Jovevic. Í fjør spældi hann við Skála, og tá gekk væl. Í ár hevur hann verið í NSÍ, har hann hevur mist nógvar dystir, tí hann hevur verið so nógv skaddur. Nú er tað ein vøddaskaði, sum heldur honum burturi frá fótbóltinum.
Hjá EB/Streymi er møguleiki framvegis at røkka fimta plássinum og harvið at vinna endastøðu hægri á stigatalvuni enn nakrantíð áður. EB/Streymur hevur ongantíð eftir átjan umfør verið á í hvussu so er fimta plássinum. Í fjør var nær við, at teir rukku fimta plássinum. Tá vóru tað innanhýsis dystirnir ímóti KÍ, sum vóru orsøk til, at EBStreymur endaði á sætta og ikki á fimta plássinum.
Hjá EB/Streymi er eingin spælari leikbannaður. Jákup Martin Joensen var so mikið skaddur undan síðsta umfarinum, at hann var á beinkinum. Hann var á vøllinum eftir steðgin, og hann hevur vant í hesi vikuni.
Kanska er tað bara keisarans skegg, sum tað verður spælt um á Mølini. Men báðir partar siga seg rokna við undirhaldandi uppgerð. NSÍ vann heimadystin 1-0, og í fjør vunnu teir sannførandi 3-0 á heimavølli, meðan tað á Eiði endaði 1-1.