Stríðast um havnapláss

Tað er vorðið so trongligt í havnini í Bergen, at har er ikki nóg mikið av plássi til teirra, sum fegin vilja vera har.

Teir, sum rógva út, vilja fegnir sleppa at leggja at, so teir kunnu selja áhugaðum fiskin, men trupulleikin er, at tað er ikki pláss til tess, skrivar Bergens Tidende. Men hesa umberingina hóvar útróðrarmonnunum lítið. Teir halda tað vera nógv fyri, at havnarmyndugleikarnir sýta teimum atløgupláss í havnini, meðan stuttleikabátar í stórum tali sleppa at liggja við bryggju.

Teir kommunalu myndugleikarnir siga, at teir noyðast at hugsa um fiskahandlarnar á torginum í býnum, sum sjálvandi ikki vilja hava kapping frá útróðrarmonnunum. Harafturat má býráðið hugsa um tær nýggju reglurnar um yvirgang. Sambært Bergens Tidende heldur kommunan, at tað kann vera óheppið at fáa fleiri fólk oman á bryggjuna, tí tað kann vera ein hóttan ímóti trygdini, sum tikið verður til.