Í morgin fara Føroyar fyri aðru ferð at spæla U-21 landsdyst í fótbólti. Dysturin verður í albanska høvuðsstaðnum Tirana. Føroyar spældu leygardagin á útivølli ímóti Kroatia, sum vann 2-0. Føroyska ferðalagið kom seint sunnukvøldið til Albania eftir at hava millumlent í Budapest. Í gjár og aftur í dag hava venjingar verið á skránni. Levi Hanssen, sum hevði týdningarmiklan leiklut á verjukendum miðvallarplássi leygardagin, kom ikki á vøllin eftir steðgin. Hann hevði fingið spark niður á fótin. Levi hevur fingið viðgerð síðani leygardagin. Tað verður roknað við, at hann verður førur fyri at spæla í morgin. Allir hinir spælararnir eru eisini tøkir. Albania tapti síðsta fríggjakvøld 4-0 í Italia.