Stríðast til tað síðsta

Politiska andstøðan í fyrrverandi sovjetlýðveldinum Georgia sýtir framvegis fyri at viðurkenna úrslitið av tjóðartingsvalinum í síðstu viku, og Mikhail Saakasjvili, andstøðuleiðari, segði í gjár, at hann ætlar sær at stríðast til tað síðsta fyri at fáa valið ógildað.

Edouard Sjevardnadse, forseti, hevur higartil sýtt fyri at gera eftir kravinum frá andstøðuni. Fyrrakvøldið játtaði forsetin at hitta umboð fyri andstøðuna, men Reuters skrivar úr Tblisi, at forsetin hevur ikki broytt støðu. Fleiri túsund fólk hava seinastu dagarnar gingið mótmælisgongu uttan fyri forsetaborgina við kravi um, at forsetin skal ógilda valið og skriva út nýval.

Hetta er ikki fyrstu ferð, at politiskur ófriður er í Georgia, síðani landið sleit seg leyst frá Sovjetsamveldinum. Í nítiárunum doyðu meiri enn hundrað fólk í samanbrestum uttan fyri forsetaborgina, tá tey kravdu Zviad Gamsachurdia, forseta frá. Tað endaði við, at forsetin legði frá sær.