Stríðast ímóti royking í Klaksvík

Í morgin seta fólkaskúlarnir í Klaksvík sjóneykan á royking. Helgi Dam Ziska og Hanus G. Johansen verða við til serliga átakið Seinastu árini hava fólkaskúlarnir í Klaksvík og Heilsunevndin hjá Klaksvíkar kommunu arbeitt miðvíst ímóti royking ímillum skúlanæmingar, og eina ferð um árið er eitt serligt tiltak, har sjóneykan verður sett á tubbaksroykin.

Í morgin verður hetta tiltak í KFUM & K í Klaksvík, og allir næmingar úr 6. til 9. flokk verða við til tiltakið.

Á skránni verða m.a. ein heilsan frá Løgmanni, sum í hesum døgum hevur verið roykfrúr í eitt ár. Fjøltalv við ársinis ítróttarmanni, Helga Dam Ziska, tónleikur frá vísukempuni Hanusi G. Johansen og kanning av roykivanum.

- Skúlarnir fegnast um, at tað verður nógv gjørt í samfelagnum í hesum døgum, sum er til frama fyri roykfría umhvørvinum. Skúlarnir vilja fegnir vísa børnunum á, at framtíðin fer at virða ta roykfría umhvørvið, har passiv royking ikki verður loyvd, verður sagt i tíðindaskrivi um tiltakið.