Stríðast fyri silvurinum

Bæði í B71 leguni og í EB/Streyma leguni er hýrurin góður. Báðir partar eru samdir við seg sjálvar um, at talan hevur verið um fínt kappingarár. Hvussu væl tað fer at vignast á støðutalvuni eftir 27 umfør, verður ikki minst treytað av, hvussu tað fer at hilnast í morgin.

- Vit eru ovurfegnir um gull í steypakappingini, og at vit hava tryggjað okkum heiðursmerkir í landskappingini. Um tey skulu vera úr bronsu ella silvuri valdast eitt nú, hvussu tað fer at hilnast á Sandi. Tað hevði verið harmuligt, um úrslitið í Gundadali lagaði seg til okkara fyrimun, og vit ikki gjørdu okkara í síðsta umfarinum, verður staðfest í EB/Streymi.

Stuðlarnir ganga høgt upp í EB/Streym, og at tað framvegis verður hildið, at tað er nógv at spæla um, sæst aftur í, at tað verður skipað fyri bussferð av Eiði og suður um Skopunarfjørð í morgin.

Málið hjá sandoyingum var eftir uppflytingina í fjør at sleppa undan niðurflyting. Tað málið hevur B71 væl og virðiliga megnað. B71 er á 7. plássi, og um alt rekur við í morgin, so ber til at røkka 5. plássinum.