Stríðast fyri lívinum

Mona Langaard hevur hampuliga vónir um, at felagsliðið GÍ/Tjaldur fer at varðveita plássið í fremstu deildini

Tá vit hittu Monu í telefonini, og spurdu hana um vónirnar fyri komandi kappingarár, helt hon fyri, at hjá teimum fór helst fyrst og fremst at snúgva seg um at verða verðandi í deildini.

Hóast fleiri av hinum liðunum hava styrkt nógv um hópin til komandi ár, so væntar Mona at tær eisini fara at røkka hesum setningi, tí sum hon sigur, so er eingin dystur taptur upp á forhond.


Hava vant nógv

Hóast eitt sindur av iva er um venjaraspurningin í løtuni, so hava kvinnurnar hjá GÍ/Tjaldrinum vant dúgliga upp undir kappingina. Nakrar teirra hava verið í gongd síðani stutt eftir ólavsøku, og nú fótbóltslandskappingin er enda, leggjast fleiri afturat. Tær, sum hava fingist við fótbólt í summar, eru eisini allar væl fyri, so hvat konditiónini viðvíkur, skuldu vit verið so nøkunlunda fyri heldur Mona.

Hinvegin kann tað gerast ein trupulleiki, at tær hava vant so lítið við bólti, tí ikki er altíð líka lætt at venja, tá talan bert um einar 6 gentur, men hetta má so bara koma, sum árið líður.

Mona harmast sjálvandi um, at Beinta ikki er tøk í ár, men hinvegin er ikki so nógv at gera við tað, og eigur hetta bara at merkja, at hinar bara mugu taka eina størri ábyrgd á seg, heldur hon.

Hon ásannar eisini, at fremsta uppgávan hjá teimum helst man vera, at syrgja fyri at teir leikarar, sum nú verða uppaldir í felagnum, kunnu síggja fram til at spæla í fyrstu deild, tá tíðin til hetta er búgvin.


Útlendskir spæl-

arar mugu bíða

At felagið ikki hevur knýtt nakran útlendskan leikara at sær, heldur Mona heldur ikki vera nakran vansa, tí tað sum um ræður, er at tær fyrst fáa ein bul av egnum leikarum at byggja á.

Tá hetta mál er rokki, kann tað so gerast aktuelt at styrkja liðið við fremmandum leikarum, men fyri fyrst skulu vit bert verða hangandi, sigur Mona at enda.