Í dag klokkan 17 kann avgerðin um føroyameistaraheitið í Atlantic Airways kappingini í hondbólti. Tá bresta H71 og KíF saman í Hoyvíkshøllini. Vinna hoyvíkingar, so gerast teir føroyameistarar, tí teir vunnu dystin í Kollafirði hóskvøldi 21-20. Verður javnleikur, vinnur H71 eisini.
Kolfirðingar fara at leggja nógv fyri, og spenningurin verður øgiligur, sum liðini nú aftur møtast í hesum kanska altavgerandi finaludysti.
Fyri at fáa ein so feitan og festligan hondbótlsdag yvirhøvur, skipar H71 fyri upphiting longu klokkan 14 í eini til endamálið vælútgjørdari Hoyvíkshøll, siga tey úr H71.
Á parkeringsøkini millum skúlan og høllini verður pylsuvognur, í fimleikarhøllini verður andlitsmáling, og kaffi, køkur og annar tostadrykkur verður at fáa.
Og tað er inni í fimleikahøllini, at tær so fryntligu gentur 14 mála andlit. Eisini er tað í fimleikahøllini, at atgongumerkju keypast. Við tí fylgir H71-faldarin, Finalufaldarin. So hjá teimum, ið ikki tíma at slurpa kaffi og mingla, verður faldarin ein frelsa, sigur H71.
DJ Sunflower fer at borðreiða við eini góðari blanding av tónlist at gera hondbóltsupplivilsið heilt optimalt.
Hilmar Jan Hansen, føroyameistari í undirhaldi, verður frásøgumaður. Tað verður øgiligt, so møtið tíðliga til ein festligan FM-finaludag í Hoyvík, sigur H71.









