Tveir bátar hjá felagsskapinum Sea Shepherd sigldu í dag tætt at japanska hvalabátinum Yushin Maru í Suðuríshavinum og tveittu einar 40 fløskur av máling og sýru eftir hvalabátinum.
Japanska fiskimálaráðið sigur, at hvalbáturin ávaraði fleiri ferðir teir báðar bátarnar ímóti at koma ov nær, og japanska manningin brúkti eisini spulislanguna fyri at ræða bátarnar hjá Sea Shepherd burtur. Harafturat høvdu japanar lagt boyur út fyri at halda hinum burturi.
Japonsku myndugleikarnir siga, at eingin av manningini á Yushin Maru fekk skaða av tilburðinum, men at skipið er illa dálkað av sýru og máling.
Hetta er aðru ferð í hesum mánaðinum, at bátar hjá Sea Shepherd søkja at japonskum hvalabátum í Suðuríshavinum.