Um 07.50-tíðina í morgun fekk løgreglan fráboðan um eitt ferðsluóhapp í Sandslíð, sum er vegurin av Sandi og til eysturbygdirnar í oynni.
Tað er smalur vegur í støðum eystur gjøgnum líðina, og tað var á einum slíkum vegastrekki, at óhappið hendi.
Vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn sigur, at í tronganum í Sandslíð stoyttu tveir bilar frontalt saman. Í øðrum bilinum var bara bilførarin og í hinum bilførari og barn.
- Báðir bilarnir fingu materiellar skaðar, og øll trý fólkini, sum gjørdust partur í óhappinum, vórðu flutt á læknamiðstøðina á Sandi til kanningar.
Sum løgreglan skilir, høvdu fólkini ikki fingið álvarslig mein, men tey vóru skelkað av hendingini og høvdu brúk fyri einari læknakanning.
- Í Sandoynni hava vit eykapolitistar, sum vóru á staðnum, og her var eisini sjúkrabilur og átaksleiðari fyri sløkkiliðið, sigur vaktleiðarin.
Tað tók eina løtu, áðrenn vegurin í Sandslíð var opin aftur, men klokkan 08.30 hevði Finnleif Fagradal fingið bilarnar burtur av vegnum.