Í 1960-árunum arbeiddi eg eitt skifti í Keypmannahavn. Eg hevði tørv á borði og fór í handil, ið seldi brúktar lutir. Har vóru nógvir stólar, men einki borð. Handilsmaðrin segði seg hava bæði borð og skáp bíliga til sølu, tað var bara ikki komið í handilin enn. Eg kundi síggja tað, um eg fór á ávísa adressu.
Eg avstað, kom til eini fitt hús við lítlum urtagarði uttanum. Eldri hjún tóku ímóti mær og vístu mær stórt borð við stólum, umfamt trý vøku skáp til borðbúna og annað - alt snotiligt og vælhildið.
Vit fingu eitt lítið pát. Heilsan hjá heimum var hampuliga góð, men lagið var vánaligt. Her høvdu tey livað meginpartin av lívinum og vóru nú komin í pensiónsaldurin. Húsaskatturin var so tyngjandi, at við eftirløn kláraðu tey ikki sínar skyldur. Tey noyddust at fara frá húsi og heimi og á ellisheim.
Soleiðis fekk eg borð, stólar og eisini skáp, og alt havi eg havt nú í meira enn 40 ár. Tankarnir renna tíðum til hesi fittu hjún, sum máttu fara frá húsi og heimi vegna tyngjandi húsaskattin.