Stovnurin eitur Eikilund

Barnaansingarstovnurin í Vági eitur Eikilund. Hetta varð avdúkað á lítlari samkomu týsdagin. 34 uppskot komu inn í navnakappingini og nummar eitt, tvey og trý fingu heiðursgávu

Barnaansingarstovnurin í Vági hevur virkað í umleið eitt ár. Har er vøggustova og barnagarður. Men navn hevði stovnurin ikki og tí varð skipað fyri lítlari hugskotskapping. Týsdagin varð lítil samkoma, har Ásgerð Stenberg frá mentanarnevndini í Vágs Býráð avdúkaðu navnið á stovninum.
Hon fegnaðist um, at ummælini, ið stovnurin fær eftir eitt ára virksemi, eru sera góð. Hon segði, at 34 uppskot komu inn, so áhugin var stórur, og fleiri vøkur nøvn vóru at velja í. Men semja var í býráðnum um at nevna stovnin Eikilund.
Og síðani endurgav hon úr yrkingini hjá H.A. Djurhuus: Drívur døgg um døkka grund, dimmist millum fanna, omanfyri eikilund, hongur silvurkanna.
Uppskotini, sum gjørdust nummar tvey og trý vóru ávikavist Várspógvin og Sóldøgg.
Vegna mentanarnevndina takkaði Ásgerð Stenberg fyri gott samstarv og síðani avdúkaði hon eisini, at heiðursgávur vóru til vinnandi hugskotini. Vinnandi hugskotið átti Dagfinn Olsen og nummar tvey og trý átti Ásgerð Ásgerðdóttir (Aggi). Tey fingu prýðiliga vatnkaraflu við silvuri á, har graverað var í, hvat gávan var latin fyri.
Børnini sungu nakrar sangir og so fingu øll ein drekkamunn, við kaku og kaffi. Ein grøn slangukøka til børnini og ein lagkøka við áskriftini Eikilund til tey vaksnu.
Sostatt ganga børnini í barnaansingarstovninum í Vági ikki bert í barnagarð ella í vøggustovu, tey ganga nú í Eikilund, sum snotuliga navnaskeltið á stovninum eisini boðar frá. Skeltið hava starvsfólk á varda verkstaðnum á Bakka evnað til.