Ætlanin er at byggja ein bústovn fyri autistar og onnur menningartarnað í Klaksvík. Ein bygginevnd arbeiðir við málinum, og gongst sum ætlað verður stovnurin klárur at taka í nýtslu um eini 1-2 ár.
Stovnurin Dáin í Klaksvík er umlættingarheim fyri menningartarnað, og av tí, at autistarnar ikki hava havt onnur tilboð, hava teir í ein mun hildið til har. Ein er búgvandi, meðan aðrir koma har um dagin. Hetta hevur ikki verið nøkur heppin loysn, tí autistarnar tyngja rættiliga nógv um dagliga arbeiðið á Dáanum. Tí er í umbúna ein fyribilsloysn, til ætlaði stovnurin er klárur at taka í nýtslu, har hús verða leigað til endamálið.
Geva fólki eina vón
Á eykafíggjarlógini eru pengar játtaðir til endamálið, sløk ein millión krónur. Men tað margháttliga í hesum málinum er, at eingir pengar eru játtaðir til fyribilsstovnin næsta ár.
- Embætisfólkini í Almanna- og heilsumálastýrinum hava undir fyrireikingini til fíggjarlógaruppskotið næsta ár, ikki hugsað um, at tá ið nakað byrjar í ár, so skulu pengar eisini setast av til endamálið næsta ár. Í karminum til fíggjarlóg, sum Almanna- og heilsumálastýrið hevur fingið frá Fíggjarmálastýrinum, hevur eftir øllum at døma ikki verið pláss fyri hesum stovninum næsta ár. Vit hava biðið um upphæddir, sum eru nógv hægri, enn tað vit fáa. Hví stovnurin so hevur fingið eina játtan fyri restina av árinum, veit eg ikki. Hetta er ein løgin støða, men Serstovnadeildin fer ikki undir at fyrireika stovnin ella seta annað í gongd, sum hevur samband við hendan stovnin, fyrr enn vit vita, um peningur er til taks næsta ár. Tað hevði verið at givið fólki eina vón, sum ikki heldur í longdini, sigur Bjarni Clementsen, leiðari á Serstovnadeildini.
Á Serstovnadeildini sita tey spent og bíða eftir, hvat fer at henda í málinum. Sum skilst verður eingin trupulleiki at fáa fatur á nýtiligum hølum til fyribilsstovnin í Klakvík. Leiðarin á Serstovnadeildini metir, at raksturin av fyribilsstovninum næsta ár hevði ligið um tvær milliónir krónur.
Stórt arbeiðstrýst
Fýra autistar eru í Norðoyggjum. Tveir standa á akutta bíðilistanum eftir stovnsplássi. Umlættingarheimið Dáin hevur verið við til at lagt trýst á myndugleikar og politikarar fyri at ætlaði bústovnurin verður veruleiki. Tað hevur eydnast í fyrsta umfari, nú peningur er til taks á eykafíggjarlógini til fyribilstovnin og stungið er út í kortið, at ein nýggjur stovnur skal byggjast. Hvussu verður við stovninum aftaná 1. jan. 2000, fara vit at frætta nærri um.