Hyggja vit eftir svørunum sum fiskimaðurin gevur Fiskirannróknarstovuni, so eru stovnsmetingar ikki tað sum hevur hansara størsta áhuga.
-Fiskivinnan hevur størstan áhugan í at vita um hitan í sjónum, tí hesir sigur hvar ein skal royna eftir teimum ymisku fiskasløgunum, segði Hjalti í Jákupstovu, á fundinum sum Fiskirannsóknarstovan helt fyri vinnuni í seinastu viku.
Spurnarbløðini hjá Fiskirannsóknarstovuni vísa eisini at vinnan heldur at tað sum fiskifrøðingar siga er ov torskilt. Men fiskimenn eru samdir um, at vit eiga ikki at niðurleggja Fiskirannsóknarstovuna.