Yvirlitstrolingar hava verið gjørdar á vári á hvørjum ári síðani 1982, og høvuðsendamálið er at fáa eina mynd av, hvussu støðan er hjá ymsu stovnunum – serliga hjá toski, hýsu og upsa.
Í frágreiðingini staðfestir Jákup Reinert, fiskifrøðingur, at bæði toska- og hýsustovnurin eru illa fyri. Tó er ein lítil bata at hóma fyri hýsuna, har tilgongdin seinastu tvey árini hevur verið hampuliga góð, sigur Jákup Reinert. Eisini vísir hann á, at upsastovnurin hevur tað toluliga gott.
Enn ber ikki til at gera endaliga niðurstøðu um yvirlitstrolingina, tí eitt nú restar framvegis at lesa nytrurnar, og hetta er avgerandi, tá metast skal um aldursbýtið í stovnunum. Fyribils niðurstøðan og úrslitið av trolingunum annars sæst HER.










