Fríggjakvøldið 25. februar andaðist Peter Benenson 83 ára gamal. Hann legði í 1961 lunnar undir heimsumfatandi mannarættindarørsluna Amnesty International, sum hevur tikið upp mál hjá nógvum túsund mannarættindaofrum, og givið mannarættindastríðsfólkum í milliónatali kring heimin íblástur.
Tað byrjaði við eini blaðgrein
Alt byrjaði tá Peter Benenson, sum var sakførari, í tokinum á veg til arbeiðis las eina grein um tveir portugisar. Hesir høvdu skálað fyri frælsi, og tað kostaði teimum tvey ár í fangatippinum. Hetta fekk bikari hjá Peter Benenson at flóta yvir, og hann skrivaði greinina "The forgotten prisoners", sum stóð at lesa í "The Observer" sunnudagin 28. mai 1961.
Greinin snúði seg um fólk sum sótu goymd og gloymd í fangaskapi kring heimin vegna teirra politisku hugsan ella trúgv og sum ikki høvdu nýtt ella eggja til valdsnýtslu.
Peter Benenson kallaði hesar fangar fyri samvitskufangar, og hetta er eitt hugtak sum Amnesty hevur nýtt síðani. Benenson heitti á lesararnar um at luttaka í einum átaki "Appeal for Amnesty 1961" við tí endamáli at leggja trýst á stjórnir, ið framdu brot á hesi grundleggjandi mannarættindi.
Frá 'grasrótsrørslu' til altjóða felagsskap
Upprunaliga var "Appeal for Amnesty 1961" bert ætlað sum eitt eitt ára átak, men undirtøkan gjørdist so góð, at hetta varð byrjanin til fyrsta og størsta altjóða mannarættindafelagsskapin - Amnesty International. Greinin hjá Benenson varð endurtrykt í fleiri bløðum um kring allan heimin og meira enn 1.000 fólk luttóku í átakinum. Hugtakið samvitskufangar gjørdist alkunnugt og Amnesty ljósið umgirt av píkatráði gjørdist ímyndin um vón og frælsi kring allan heimin.
Í juli mánað var fyrsti altjóða aðalfundur felagsins hildin við luttakarum úr Belgia, Onglandi, Tysklandi, Írlandi, Sveis og USA. Á aðalfundinum varð viðtikið at stovna ein altjóða felagsskap við tí endamáli at verja talu- og trúar frælsi.
Bardagin móti órættvísi
"Peter Benenson veitti ljós innar í fongsulsmyrkrið, í ræðuleikan í píningarklivunum og í sorgarleikin í deyðslegunum kring heimin. Hetta var ein maður, hvørs samvitska lýsti í einum ræðuligum og ræðandi heimi, og sum hevði álit á megina hjá vanliga fólkinum at fremja óvanligar broytingar, og við stovnsetingini av Amnesty International gav hann hvørjum einstakum av okkum møguleikan at gera mun" segði aðalskrivarin í Amnesty International, Irene Khan, í minningarorði sínum um Peter Benenson.
Í teimum fyrstu árunum, Amnesty International var til, veitti Benenson nógv av fíggingini til rørsluna, var á kanningarferðum og var uppi í øllum virkseminum hjá felagsskapinum.
Annað virksemi, sum Benenson hevur verið uppi í, er íroknað ættleiðingar av faðir- og móðurloysingum aftaná spanska borgarakríggið og at fáa jødar, sum vóru flýddir úr Hitler Týsklandi, til Bretlands.
Peter Benenson var sera áhugaður í tí sum hendi rundan um hann og gjørdist uppøstur av órættvísum rættarmálum. Aftaná nøkur ár í enska herinum fór hann sjálvur at lesa løgfrøði. Benenson meldaði seg sum lim í verkamannafelaginum Labour, og gjørdist skjótt leiðandi limur í felagskapinum Society of Labour Lawyers. Benenson var t.d. sendur til Spaniu í hálvtrýssunum at eygleiða nøkur rættarmál. Benenson gjørdist í øðini um tað hann upplivdi í sambandi við rættarmálini og um umstøðurnar í sponsku fongslunum. Í sambandi við eitt rættarmál handaði hann dómarunum ein langan lista við klagum um rættarmálið. Rættarmálið endaði við fríkenning, sum var rættuliga óvanligt í fasistiska Spaniu. Undir Ungarnkreppuni eydnaðist tað Benenson at savna saman ein bólk av løg-frøðingum úr Labour, Liberala og Konservativa flokkinum í eina tvørpolitiska sendinevnd, sum skuldi eygleiða rættarmál í Ungarn.
Ljósið brennir fyri teimum, vit ikki fingu hjálpt
Í ár eru 44 liðin síðani Benenson stovnaði fyrsta altjóða mannarættindafelagsskapin. Amnesty International hevur í dag uml. 1,8 milliónir limir og stuðlar í meira enn 150 londum og økjum. Umleið 550 av hesum limum og stuðlum búgva í Føroyum.
Í byrjanini arbeiddi Amnesty serliga fyri samvitskufangum og politiskum fangum. Síðani byrjaði felagsskapurin eisini at arbeiða fyri at avtaka deyðarevsing, píning og ?hvørvingar?.
Amnesty International hevur so við og við átikið sær nýggjar uppgávur til tess at forða álvarsligum brotum á mannarættindi. Í dag arbeiðir Amnesty fyri at alheims viðurkendu mannarættindini verða vird og vard. Hugsjónin hjá Amnesty Inter-national er ein heimur, har hvørt einstakt menniskja fær gagn av øllum teimum rættindum, sum eru ásett í Heimsyvirlýsingini um Mannarættindi hjá ST og øðrum altjóða mannarættindareglum.
Á hátíðarhaldinum á 25-ára stovningardegnum hjá Amnesty International, kveikti Benenson ljósið, sum øll árini hevur verið búmerki hjá felagsskapinum við orðunum:
"Ljósið brennir ikki fyri okkum, men fyri øllum teimum sum okkum ikki eydnaðist at bjarga úr fongsli, teimum píndu, teimum burturfluttu, og teimum "horvnu". Tað er fyri teimum, hetta ljósið er til".
????
FAKTA
Amnesty International er óheft av øllum stjórnarvaldi, politiskum hugsjónum, fíggjarligum áhugamálum og átrúnaði. Amnesty stuðlar ikki og er ikki ímóti nakrari stjórn ella politiskari skipan, og er leyst av sjónarmiðum hjá teimum, hvørs mannarættindi tað roynir at verja.
FAKTA
Amnesty International er grundað á heimsumfatandi, sjálvbodnan limaskap og er ein demokratisk, sjálvstýrandi rørsla við uml. 1,8 milliónum limum og stuðlum í meira enn 150 londum og økjum. Amnesty verður bert fíggjað við limastuðli, gávum og søluvinningi.
FAKTA
Amnesty hevur ráðgevandi støðu í millum annað ST, UNESCO og Evroparáðnum.
FAKTA
4 ár eftir at Amnesty International hevði sæð dagsins ljós í London, varð tann føroyska deildin stovnsett. Sostatt verður føroyska deildin 40 ár í 2005, meðan altjóða felagsskapurin verður 44 ár.
Amnesty International Føroya Deild
Tinghúsvegur 18, 4. hædd
100 Tórshavn
Telefon/Fax 31 16 58
Teldupostur: amnesty@amnesty.fo
Heimasíða: www.amnesty.fo