Stovnar skráseta ikki ognir og útbúnað

Landsgrannskoðarin átalar, at almennir stovnar ikki skráseta ognir og útbúna, sum stovnarnir eiga, soleiðis, sum teimum er álagt við lóg.

Landsgrannskoðarin átalar, at almennir stovnar ikki skráseta ognir og útbúna, sum stovnarnir eiga, soleiðis, sum teimum er álagt við lóg.

 

Sambært roknskaparkunngerðini skal yvirlit yvir ognir og útbúnað vera á øllum stovnum. Sambært rundskrivi frá Fíggjarmálaráðnum 1. februar 2001 um roknskaparreglugerðir skulu allir stovnar hava yvirlit yvir innbúgv, maskinur, bøkur og annan virðismiklan útbúnað við støði í roknskaparskjølum, og skulu yvirlitini m. a. fevna um slag, útveganarvirði, livitíð, og hvar ognin er.

 

– Vit hava fleiri ferðir víst á, at bert fáir stovnar hava dagførd yvirlit. Í sambandi við vitjanir á stovnum í 2013 staðfestu vit aftur, at enn eru fleiri stovnar, sum ikki hava dagførd yvirlit yvir ognir og útbúnað, skrivar landsgrannskoðanin í ársfrágreiðingini.

 

Víðari verður sagt, at í oktober 2012 kunnaði landsstýrismaðurin í fíggjarmálum um, at framvegis er ætlanin, at Fíggjarmálaráðið saman við Gjaldstovuni skal fremja málrættað átøk fyri at fáa stovnar landsins at hava dagførd ognaryvirlit. Sum liður í hesum er ætlanin at lækka smálutakravið til ognaryvirlit. Stovnarnir skulu hava eitt yvirlit yvir útbúnað o.t., hvørs keypsvirði er minni enn 75.000 krónur. Í yvirlitinum skal eisini vera útbúnaður, sum er á stovninum, men sum onnur enn stovnurin eiga.

 

Í oktober 2013 hevur landsstýrismaðurin kunnað um, at roknskaparkunngerðin frá 2007 og roknskaparrundskrivið frá 2001 verða eftir ætlan dagførd seinni í ár, og tá verður spurningurin viðgjørdur.

 

– Landsgrannskoðanin kann bert enn eina ferð staðfesta, at reglurnar um at skráseta ognir og útbúnað, sum komu í gildi í 2001, verða ikki hildnar, og enn eru reglurnar óbroyttar, sigur landsgrannskoðanin.