Leygardagin 17. juli verður stovnandi fundur hjá Suðuroyar Dartfelag. Fundurin byrjar kl. 19.00 í Hovgríms barr í Hovi.
Eftir fundin, á leið kl. 20.00, verður fyrsta dartkappingin hjá felagnum.
Kappast verður í 3 settum, og spælt verður frá 501, og niður til endað verður við double. Steyp verður latið vinnaranum.
Prátið um dartfelag í Suðuroynni tók seg upp, eftir at Føroyaleikir vóru í Vági síðsta vikuskiftið, har dart var ein av ítróttagreinunum, sum kappast var í.