Tá tað ræður um at verja og tryggja rættindi brúkarans, eru vit illa stødd.
Í Føroyum er eingin myndugleiki, ið varar av ella kærir seg um brúkaraviðurskifti.
Hetta vistu vit frammanundan, men tað kom pínliga í ljósmála, tá Norðurlendska Brúkaranevndin hevði sín ársfund í Føroyum um miðjan septembur, stendur at lesa í tíðindaskrivi frá stigtakarunum.
Hetta er ein av orsøkunum til, at tey trý, Hans Pauli Strøm, Ingunn Simonsen og Gunnleivur Dalsgarð, tóku stig til aftur at stovna eitt brúkarafelag her hjá okkum.
Brúkarafelagið, sum varð stovnað í 1972 og virkaði í 20 ár, datt niðurfyri orsaka av ov stórari arbeiðsbyrðu.
- Vit ætla ikki at blása lív í gamla felagið, men byrja av nýggjum við øðrvísi uppgávum, sigur Hans Pauli Strøm.
Hann sigur, at høvuðsendamálið er at geva føroyska brúkarnum eina rødd.
Hann vísir m.a. á, at Føroya Løgting ongan hevur at kalla inn í løgtingsnevndirnar, tá mál eru, sum snúgva seg um viðurskiftini hjá brúkarunum.
Á stovnandi fundinum høvdu bæði einstaklingar og feløg møguleika at tekna seg sum lim í felagnum.
Tey, ið hava áhuga í nýggja brúkarafelagnum eru vælkomin at venda venda sær til ein av stigtakarunum, sigur Hans Pauli Strøm at enda.









