Fyri tíð síðan møttust ættargranskarar í Nesvík. Har bleiv ein arbeiðsbólkur settur at arbeiða við at gera reglugerð fyri eitt ættargranskarafelag, og skuldi bólkurin eisini skipa fyri at felagið bleiv sett á stovn.
Arbeiðsbólkurin er nú komin so væl ávegis, at fundur til stovnan av ættargranskarafelag verður leygardagin 31.10.1998 í MBF-húsinum, Íslandsvegur 10, Tórshavn.
Arbeiðsbólkurin vónar at nógv møta til fundin, tí at áhugin fyri ættargransking er stórur ? tað eru tær nógvu ættarstevnurnar prógv um ? og tí skuldi grundarlag verið fyri einum felag.