Stovna tónleikafelag sunnudagin

Ætlanin er at stovna eitt tónleikafelag í Suðuroynni, ið skal virka tónleikinum at frama. Fyri stuttum var stuðulskonsert til frama fyri keyp av ljóðútgerð, og sunnudagin var fundur, har kunnað varð um ætlanir at stovna felag.

Stovnandi aðalfundurin verður hildin í Pakkhúsi 4 á Tvøroyri sunnudagin 30. november klokkan 16:00 og øll tónleikaáhuga eru vælkomin, siga fyrireikararnir.