Í ásannan av, at eitt tónleikafelag hevði loyst fleiri uppgávur, ið liggja á láni, verður nú sett á stovn tónleikafelag í Suðuroynni. Í morgin verður stovnandi aðalfundur Felagið skal arbeiða tónleikinum at frama, vera við at skapa umstøður og møguliga skipa fyri tiltøkum, og t.d. kann felagið hjálpa at fáa til vega dygdargóða ljóðútgerð, so slík finst í Suðuroynni, tá størri tiltøk eru, siga fyrireikararnir.
Stovnandi aðalfundur verður í Pakkhúsi 4 á Tvøroyri sunnudagin 30.november klokkan 14:00.