Ætlanin er at stovna eitt pensjónistafelag í Nes kommunu.
Tað er í hesum sambandi, at boðað er til fundar í dagtilhaldinum á eldrasambýlinum Vesturskini í morgin, týsdagin 16. juni klokkan 15.
Í samband við tiltakið, kemur Arni Thorsteinsson, formaður í Landsfelag Pensjónista, í tilhaldið at greiða frá, tá fundurin verður.
Á heimasíðuni hjá Nes kommunu - www.nes.fo - verður heitt á allar pensjónistar um at møta væl upp.
Við løtuna í dagtilhaldinum verður eisini ein góður drekkamunnur at fáa, eins og høvi verður til hugnaligt prát.










