Stovna Náttarravnar í Suðuroy

Seinastu 12 árini hava Náttarravnarnir havt ein týðandi leiklut við at økja

um tryggleikan í náttarlívinum fyri ung í Norðurlondum. Í løtuni hava

Náttarravnarnir feløg í Tórshavn, Grønlandi, Danmark, Noregi og Svøríki. Og nú er ætlanin at stovna enn eitt slíkt felag í Suðuroy.

Tað hevur víst seg, at har sum Náttarravnarnir eru til staðar í

náttarlívinum, saman við jaligum tosi við tey ungu, hevur víst seg at minka

um herverk, harðskap og annað við omanfyri 50%.

Tað er Niels Hammer, ið saman við Náttarravnunum

í Danmark, sum ætlar at fáa Náttarravnarnir ígongd í Suðuroy, og fyrireikingarnir eru

komnar væl áleiðis, at eitt felag nú kann stovnast.

Fríggjadagin klokkan 17.00 verður ein kunnandi fundur í

Skúladeplinum í Hovi í hesum sambandi. Á fundinum verður danski Náttarravnar vegleiðarin

Dan Taxbøl. Hann fer, saman við Niels Hammer, at greiða frá Náttarravnar

arbeiðinum, so áhugaði fáa innlit í, hvussu Náttarravnarnir kunnu økja um

tryggleikan í náttarlívinum í Suðuroynni.

Leygardagin verður skeið fyri teimum, ið vilja luttaka sum náttarravnur. Áðrenn skeiðið byrjar, verður Náttarravnarfelagið í Suðuroynni stovnað.