Stovna nýtt ALS fyri fiskimenn

Arbeiðið at leggja minstulønina undir manningarfeløgini at gjalda og umsita, gongur væl, men verður ikki liðugt enn

Nú skal ein grunnur stovnast fyri Fiskimenn, sum líkist ALS
Hetta er tað, sum liggur í kortunum, nú nevndin, sum skal endurskoða minstulønina, er komin eitt sindur áleiðis við arbeiðnum.
Alfred Petersen, nevndarformaður, sigur, at nú manningarfeløgini sjálvi skuli betala minstulønina, er talan um at skipa ein grunn uttanfyri fíggjarlógina, sum líkist ALS við einum stjóra og einum stýri har vinnan hevur síni umboð.
Hinvegin liggur tað ikki í kortunum, at lata ALS umsita skipanina.
Hinvegin hevur landssýrið boðað frá, at tað er sinnað at leggja eitt stovnsfæ í ein slíkan grunn fyri at fáa eina góða byrjan á.
Men hvussu manningarfeløgini skulu gjalda inn í grunnin, eru tey als ikki komin til enn.
Men tey kanna skipanirnar í Noregi, Íslandi og í Danmark, fyri at vita, um nakað haðani kann brúkast í eini føroyskari skipan.
Í Danmark er skipanin tann, at fiskimenn eru tryggjaðir eina minstuløn upp á 1000 krónur um dagin, men tað er ásett í sáttmálanum millum fakfelagið 3F og Reiðarafelagið.
Í Noregi er skipanin tann, at eitt avgjald upp á trý prosent verður lagt á avreiðingarvirðið, hvørja ferð eitt skip avreiður og tað fer so í grunnin.
Reiðarin betalir so fasta hýru, men dekkar avreiðingarvirðið ikki ta føstu hýruna, fær hann munin endurgoldnan úr grunninum.
Ein annar munur, er, at í Føroyum verður inntøkutrygdin roknað túr fyri túr. Men í Noregi verður tað roknað fyri hvønn ársfjórðing sær.
Minstalønin í Noregi er einar 58.000-59.000 norskar krónur fyri ársfjórðingin, so tað er ikki langt frá okkara minstuløn í Føroyum.
Summi, sum vit hava tosað við, hella mest til at brúka norsku skipanina sum fyrimynd fyri eini føroyskari skipan.
Men Alfred Petersen sigur, at tað ber als ikki til at siga nakað um hetta enn.
Les eisini greinina: Gongur stútt og róligt framá.