Stovna nú partafelag at gera undirsjóvartunnilin í Sandoy

Landsstýrið fer nú at stovna partafelag, sum skal yvirtaka ætlanina at gera undirsjóvartunnilin í Sandoy. Samstundis verður lógin avtikin, sum sigur, at farast skal undir tunnilin 1. november í ár

Nú skal eitt partafelag stovnast at standa fyri arbeiðnum at gera undirsjóvartunnil ímillum Streymoy og Sandoy.

Í morgin verður ein rúgva av uppskotum løgd fyri løgtingið, tí hetta er síðsta freist at leggja uppskot fram, sum skulu avgreiðast í hesi tingsetuni, sum endar á ólavsøku.

Og Annika Olsen, landsstýriskvinna í innlendismálum, váttar fyri Sosialinum, at eitt av uppskotunum, sum hon leggur fyri Løgtingið í morgin, er eitt uppskot um at stovna partafelag at gera fast samband um Skopunarfjørð.

Uppskotið kallast: Uppskot til løgtingslóg um at gera partafelag at gera fast samband um Skopunarfjørð.


Ein millión

Landstýriskvinnan sigur, at partafelagið verður stovnað eftir sama leisti, sum felagið, ið stendur fyri Norðoyatunlinum.

Tað merkir, at talan verður um eitt alment partafelag, har landskassin eigur allan partapeningin og peningurin í felagnum verður útvegaður á fíggjarlógini.

Á fíggjarlógini í ár eru tvær milliónir settar av til Sandoyartunnilin.

Annika Olsen sigur, at ein millión av teimum verður brúkt til at stovna P/F Sandoyartunnilin og hendan milliónin verður so partapeningur í felagnum.

Tann eina milliónin, sum so er eftir, verður brúkt til at halda fram við forkanningunum.

Landsstýriskvinnan sigur, at endamálið er so, at tað verður partafelagið, sum hereftir skal standa fyri arbeiðnum at fyrireika og gera tunnilin.

Sostatt skal partafelagið eisini yvirtaka alt tilfarið, sum Landsverk hevur um tunnilin frá teimum forkanningum og útrokningum, sum eru gjørdar.

Hon leggur afturat, at tað framvegis er neyðugt at útvega tríggjar milliónir til forkanningarnar, áðrenn tað verður klárt at fara undir arbeiðið.

Hesi seinastu árini hevur landskassin goldið góðar 40 milliónir um árið í Norðoyatunnilin. Tað síðsta gjaldið fellur til gjaldingar í ár og tað, sum hevur ligið í teimum politisku kortunum, er, at síðani skal gjaldið upp á tær góðu 40 milliónirnar, flytast yvir í Sandoyartunnilin.

Men verða bara 40 milliónir settar av til tunnilin um árið, ganga nógv ár, áðrenn farast kann undir tunnilin. Hvussu er annars ætlanin at fíggja hann og er ætlanin at seta størri upphæddir av á fíggjarlógini?

- Tað er alt saman ein spurningur um tann politiska viljan og um, nær vit semjast um, at farast skal undir tunnilin, sigur Annika Olsen.

Annars skal samgongan taka spurningin um allar almennar íløgur upp til viðgerð við tí endamáli at semjast um eina raðfesting fyri, hvar og nær tær ymsu íløgurnar skulu gerast tey næstu árini

Annika Olsen sigur, at tað einasta, hon fyribils hevur at halda seg til, eru ásetingarnar í samgonguskjalinum, har tað stendur, at farast skal undir Sandoyartunnilin í 2011.

Men semist samgongan um okkurt annað, halda vit okkum sjálvandi til tað, leggur hon afturat.


Sandoyartunnilin útsettur

Annars hevur Løgtingið longu samtykt eina lóg, sum sigur, at farast skal undir at bora Sandoyartunnilin longu í november í ár og tann lógin er framvegis í gildi.

Men tað er longu nú greitt, at tann ætlanin fer ikki at halda.

Annika Olsen sigur, at samstundis, sum partafelagið Sandoyartunnilin verður stovnað, verður lógin avtikin sum sigur, at farast skal undir sjálva boringina í november í ár.

Men sum tað framgongur á niðaru greinini her á síðuni, er tað eisini ein spurningur um málsetningurin heldur sum sigur, at farast skal undir Sandoyartunnilin í 2011.

Les eisini greinina: Óvissa um Sandoyartunnilin