? Bólkurin, ið varð settur á fyrireikandi fundinum tann 25. juni til at stovna felagið, er nú farin til verka, tey høvdu sín sín fyrsta fund mikukvøldið 18. juni, sigur Sigrun Mohr vegna fyrireikingarbólkin.
Tey, ið manna bólkin, eru avvarðandi hjá minnisveikum, fakfólk og onnur áhugað, og eru hesi fólk ógvuliga eldhugað at arbeiða fyri hesari søk, tí tørvurin á slíkum felagsskapi er stórur.
Ætlanin er at hava stovnandi aðalfund sunnudagin 9. september. Á tí fundinum verða løgd fram navn og endamál fyri felagið og viðtøkur, og sjálvandi skal nevnd veljast.Ætlanin er eisini at fá onkran at halda fyrilestur um evnið.
Fyrireikararnir vóna, at stuðulin eins dyggur og á fyrireikandi fundinum, har útivið hundrað fólk møttu.