Stovna MC felag í Suðuroynni

Leygardagin verður fundur í VB Húsinum, har motorsúkkluáhugaðir suðuroyingar ætla at stovna eitt MC felag fyri Suðuroynna

Leygarkvøldið 30/12-2006 klokkan 19:00 bjóða MC áhugaðir suðuroyingar til fundar í kjallaranum í VB-Húsinum vesturi á Eiðinum í Vági.
Á fundinum er ætlanin at tosa um møguleikarnar fyri at stovna eitt MC felag fyri Suðuroynna. Fleiri av stigtakarunum eru við í sonevndu Stormboys, sum tó bert er eitt skemtiligt heiti, ið hevur knýtt seg teimum – serliga í syðru helvt av oynni, ið hava savnast um motorsúkklur og hava gjørt nakrar ferðir saman, bæði í Føroyum, og uttanlands.
Á fundinum verða myndir vístar frá ferðini í Noreg, sum nakrir gjørdu í summar og kaffimunnur verður at fáa.
Enn er onki veruligt felag stovnað fyri MC hugaðar suðuroyingar, men eftir fundin leygardagin eru kanska meira skipaði viðurskiftir á hesum økinum. Fyrireikararnir siga seg vóna, at nógv MC áhugað møta á fundinum.