Í samband við at Vágur verður 100 ár sum kommuna í næstum, verður stig nú tikið til eitt manskór, ið skal syngja á kvøldsetu í føðingardagsvikuni. Venjingarnar byrja í kvøld Ætlanin er, at kórið skal venja 3-4 sangir til føðingardagsvikuna. Fyrireikararnir vóna at so nógvir menn - ikki bara úr Vági, men úr allari Suðuroynni, sum gjørligt møta til sangvenjingina, soleiðis at teir á sín hátt kunnu seta dám á føðingardagin hjá Vágs Kommunu, ið annars verður hildin við rúgvusmiklari skrá. Skrá yvir føðingardagsvikuna og tiltøk í hesum sambandi er í dag borin út í Vági.
Fyrsta venjingin verður íkvøld kl 19.30 í Ljómhúsinum í Vági.










