Stovna lutaíbúðarfelag

Í morgin klokkan 15 fer Eysturkommuna saman við Húsalánsgrunninum at stovna lutaíbúðarfelag.

Tað boðar Eysturkommuna frá.

Á býráðsfundi í gjár samtykti kommunan soljóðandi:

»Eysturkommuna er, saman við Húsalánsgrunninum sum fíggjara, stigtakari til byggiverkætlan av 5 lutaíbúðum í Leirvík og til stovnan av einum lutaíbúðarfelag í hesum sambandi. Eysturkommuna verður byggiharri til byggingin er liðug, tá ið lutaíbúðirnar verða handaðar til lutaíbúðarfelagið fyri keypsprís«.

Ætlanin er ikki spildurnýggj, tí longu í 2007 gjørdi Leirvíkar kommuna eitt øki byggiklárt, samstundis, sum tekningar av íbúðunum vórðu gjørdar.

»Endamálið við lutaíbúðunum er at skapa størri fjølbroytni í bústaðarmarknaðinum í kommununi. Eydnast henda verkætlanin væl, so eru lunnar lagdir undir fleiri tílíkar verkætlanir í kommununi«, sigur kommunan.

Víðari sigur kommunan um verkætlanina:

»Eysturkommuna og Húsalánsgrunnurin eru samd um, at íbúðirnar skulu taka atlit til umhvørvið. Tí verður stórur dentur lagdur á, at íbúðirnar vera væl bjálvaðar, krøv vera sett til tættleikan av bygningunum, og hitakelda verður »grøn«. Samstundis er ætlanin at seta upp eina skipan við hitavekslarum, sum endurnýtir hitan úr brúksvatninum, og sum ungi gøtumaðurin Heri S. Jacobsen hevur ment og fingið patent uppá«.

Verkætlanin er tann fyrsta av sínum slag, eftir at nýggja lutaíbúðarfelagslógin varð samtykt, samstundis, sum tað eisini er fyrsta verkætlanin hjá Húsalánsgrunninum eftir víðkaðu heimildirnar.

Stovnanin av lutaíbúðarfelagnum verður á kommunuskrivstovuni við Gøtugjógv. Eftir stovnanina fáa fjølmiðlanir og onnur høvi at seta spurningar til verkætlanina. Síðani verður farið til Leirvíkar á staðið har íbúðirnar skulu byggjast. Tað er við Ranggil, omanfyri skúlan. Síðani bjóðar kommunan kaffi og okkurt gott afturvið á Bovling í Leirvík.

Landsstýriskvinnan í bústaðarmálum, Annika Olsen luttekur á fundinum.