Stovna Linux brúkarafelag í Føroyum

Linux brúkarafeløg eru um allan heimin, og nú verður eisini møguleiki hjá føroyingum at gerast limir í einum slíkum felag

Linux er eitt telduforrit, sum øll kunnu ogna sær uttan at gjalda eitt oyra afturfyri, og harafturat er Linux eins gott og tey kendu forritini sum Windows, ið kosta brúkaranum nógvan pening.

Ein annar fyrimunur við Linux er eisini, at forritið verður betri allatíðina, tí at brúkararnir sjálvir koma við betringum til forritið, sum teir síðani leggja út á internetið.

Maðurin, sum gjørdi tað fyrsta Linux forritið, vildi fegin hava hjálp frá øðrum, og nú verður forritið betrað so hvørt, so tað ber til at taka eitt nýtt Linux forrit niður av internetinum annað hvønn mánað.

Jacob Sparre Andersen er ein teirra, sum hevur tikið stig til at stovna eitt føroyskt brúkarafelag, og hann sigur, at Linux er meira álítandi enn Windows, sum oftari brýtur saman.

Vansin við Linux er kanska, at tað verður ikki hildið at verða so væl nýtiligt til heimabrúk. Tað er tó ofta upp til hvønn einstakan, hvat honum dámar betri, sigur Jacob Sparre Andersen, sum er edv-maður á kjarnorkuroyndarstøðini í Risø á Sjællandi, har Linux eisini verður brúkt.


Nógv brúkt

Linux er eitt nógv brúkt forrit, og tí eru brúkarafeløg kring heimin. Ætlanin við einum brúkarafelag er, at limirnir kunnu hjálpa hvørjum øðrum við at brúka Linux, tí teir hava onga aðrastaðni at venda sær fyri at fáa hjálp.

Linux verður nógv brúkt av stórum fyritøkum og hægri lærustovnum, og tey spara nógvan pening við at brúka Linux. T.d. kann nevnast, at Niels Bohr Instituttið sparir 800.000 krónur árliga við at brúka Linux ístaðin fyri Windows. Almenna umsitingin í Føroyum kundi spart nógvan pening við at skift til Linux.

Studentaskúlin í Hoydølum hevur eisini ætlanir um at gera eitt Linux laboratorium á skúlanum, sum næmingarnir kunnu arbeiða við.


Føroyskt brúkarafelag

Í dag verður eitt Linux brúkarafelag sett á stovn í Føroyum, og endamálið er at geva fleiri føroyingum møguleikan at brúka Linux og samstundis hava eitt føroyskt brúkarafelag at ráðføra seg við viðvíkjandi trupulleikum.

Jacob Sparre Andersen skal verða við á stovnandi fundinum í dag, sum verður fyri innboðin, og hann er limur í einum Linux brúkarafelag á Sjællandi, ið er eitt tað størsta brúkarafelagið í heiminum, sum hevur upp ímóti 6000 limir. Jacob skal m.a. greiða eitt sindur frá, hvat tey gera í felagnum í Danmark.í eina viku havt vitjan av nógv umtalaða amerikanaranum John Purcell, sum hevur givið unga jazzbólkinum nógvan íblástur.

Um vikuskiftið høvdu tey konsert bæði í Losjuni í Gøtu og á Meiarínum í Havn, og mikukvøldið settu tey punktum fyri hesuferð við framførsluni í konsertsalinum.

Saman við John Purcell fara limirnir í bólkinum Ivory inn í tónleikin og inn í seg sjálvan, meðan tey spæla. Hetta ger framførsluna intima, og tað passar seg nú einaferð best í eitt sindur intimum umhvørvi.


Ivory í skeivum umhvørvi

Eftir bæði at hava upplivað framførsluna á Meiarínum sunnukvøldið og framførsluna á Jazzfestivalinum mikukvøldið er niðurstøðan, at tað var synd at flyta Ivory úr Klingruni inn í konsertsalin.

Ein stórur, høgur og upplýstur pallur hóskar ikki til bólkin, tí tað hendir ikki rættiliga nakað undir framførsluni annað enn tað, ið kemur úr hátalarunum.

Tónleikurin var sera góður, og bólkurin er nakað heilt fyri seg. Við at fara so djúpt inn í tónleikin, at tað næstan gerst til eitt slag av tilbiðan, koma tey fram til innarligar improvisatiónir, ið megna at røra við rættiliga nógvar streingir innan í áhoyrarunum.

Men hjá mongum bleiv framførslan ov long, kanska serliga hjá teimum, ið sótu so langt frá pallinum at tey ikki fingu intimitetin við. Tí fóru nógv fólk úr salinum ímóti endanum av framførsluni.

Hevði Ivory ístaðin sloppið at spælt í Klingruni, høvdu bæði tónleikarar og áhoyrarar fingið meira burturúr.