Russiski forsætisráðharrin, Vladimir Putin, vísir aftur øllum gitingum um, at Russland er í ferð við at stovna ein gassfelagsskap eftir sama leisti sum oljufelagsskapurin OPEC.
Orsøkin til gitingarnar er, at Putin hevur ferðast dúgliga í seinastuni, og at hann hevur vitjað fleiri lond, sum framleiða og selja nógv gass. Eitt nú var hann í Iran og Qatar í gjár, og saman við Russlandi hava londini umleið ein triðing av øllum náttúrugassi í heiminum, skrivar NTB.
Russland, Iran og Qatar samdust í síðsta mánað um at samskipa orkupolitikkin hjá londunum, og tað elvdi til stúran í Evropa, sum hevur brúk fyri gassi úr Russlandi. Men Putin sissar evropeararnar og onnur.
-Tað er eingin orsøk til at stúra. Vit fara ikki at stovna nakað gassfelag, og vit gera ongar avtalur um prís, segði Putin, tá hann fyrrapartin í gjár hitti egyptiska forsætisráðharran, Ahmed Nazif.