Hevur tú júst stovnað tína egnu fyritøku, og hevur tú í hesum sambandi onkur ivamál, tú fegin vildi tosað við onnur um, so fært tú møguleikan. Tí í annaðkvøld, hóskvøldið, verður eitt felag fyri íverksetarar stovna á Hotel Hafnia í Havn.
Tað eru teir báðir, Michael Jensen og Regin Dalsgaard, sum hava tikið stig til at stovnað felagið.
Endamálið er at stuðla uppundir fólk, sum hava sett sítt egna virki ella fyritøku á stovn. Tað kann snúgva seg um vitan um lóggávu, um menning av virkjum, um leiðslu, um vitan uttanífrá og í heila tikið at styrkja hvønn annan, sigur Michael Jensen, sum fyri stuttum hevur stovnað sína egnu cateringfyritøku.
Michael Jensen og Regin Dalsgaard hava tosað við eini 20 fólk í somu støðu, sum hava víst áhuga fyri felagnum.
Talan er ikki um felag fyri fólk, sum ÆTLA at stovna sína egnu fyritøkuk, men fólk, sum HAVA stovnað hana.
Eg haldi ikki, at tað var so trupult at stovna mína egnu fyritøku og standa á egnum beinum. Tað var kanska ringt teir fyrstu tveir mánaðirnar, men tá tú hevur fótað tær, so gongur lættari, sigur Michael Jensen, sum kortini sera fegin vil hava samband við onnur fólk, sum eru í somu støðu sum hann.